Dúgvan - 01.12.1941, Page 51

Dúgvan - 01.12.1941, Page 51
DÚGVAN 147 Italia — Týskland — Abessinia — Spanialand — Kina — Eysturríki — Tjekkoslovakia — Ófriður — Ófrælsi — Kúgan teirra fátæku og máttveiku um allan heim. Hvørt orð grevur seg inn í sál tína við rødd teirra móðurleysu, faðirleysu, framtíðarleysu, fosturlandsleysu, løst- aðu, đoyggjandi, friðleysu, friðleysu . . . Sorg heimsins seig uttanum hann slitaleys sum gleði sólskinnsins á summarsins fagrasta degi. Og kærleiki tín til lívið, til frælsi og frið, blandast við verndar- og atsóknarhug — og blanđast við hatrið til teirra miklu óvinir. Kanska heldur tú teg vera lítlan og veikan —- kanska helđur tú at tú ert sterkur, so sterkur. Kanska star- ir tú inn í'títt egna andlit og spyrt: Er hetta eg? Er hetta eg? So koma jólini. Tú átti kanska ein lítlan son ella eina lítla dóttur, syst- ur ella bróður,1 kanska er tað eitt ókunnigt barn sum sýnir tær gull sítt ella beinir teg á ljósið. Tá stynjar tað í brósti tínum: 0, hvussu tung er hin endileysa byrðan í okkara ríka og fagra heimi, at ein ikki í gleði kann kína ljósum barna- skalla við óblandaðari eydnu í bláum fagnandi eygum, ikki at kunna gloyma — og ikki varnast av spurninginum: Hvussu verður so við okkum sjálvum á næstu friðarhá- tíð — næstu jól? Minnist tær aftur á tær stundir, tá ið tú taldi dagarnar til jólar, rýmdi úr snjóhúsinum fyri at lýða á ævintýr?

x

Dúgvan

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.