Dúgvan - 01.12.1941, Side 55

Dúgvan - 01.12.1941, Side 55
DÚGVAN 151 Nú helt Sámal Jógvan fyri: „Ja soleiðis er tað, táið ein gevur seg í holt við hasi konufólkini. Tey hava nógvar ólukkur gjørt síðani tey komu í verðina. Hevði bert eg verið Ađam á sinni, so hevði nógv verið øðrvísi í dag.“ „Ná, tað skal tú ikki siga“, segði Knút Pætur. „Anna Sofía er so nógv øðrvísi enn allar hinar“. „Nei, hasin rodni, tú'má minnast til at hon er úr Vest- urvík, og haðani frá er einki gott at vænta.“ Nú fleyg sinni í Knút Pætur, og hann segði: „Nú kann vera nóg mikið. Om tú sigur hatta aftur, so fái eg mær ein annan timburmann. Hevur tú fata meg rætt?“ „Ná, ná, verð nú ikki so sintur; eg meinti tað ikki so illa. Men nú síggi eg postmannin koma. Helst kemur hann við brævi til, tí eg havi einki vænta mær.“ Postmaðurin kom fram við húsinum og rópti út í vind- eygað til Knút Pætur: „Góðan dagin, bræv til tín frá eygna- steininum í Havn.“ Knút Pætur tók brævið, skræddi bjálvan av tí, og læs: „Góði Knút Pætur! Nú havi eg máta køkin einaferð aftrat, og mær dámar hann ikki sum hann er. Eg vil tí hava hann soleiðis, sum tú gjørdi hann av fyrstan tíð. Heilsu og tús- und kossar sendi eg tær, Anna Sofía.“ „Hatta trúgvi eg, tú flytur fegin skilarúmið fjórði ferð fyri túsind kossar,“ helt Sámal Jógvan fyri, „nei, hasi konu- fólkini, hasi konufólkini!“ „Nei, nú skal tað standa, har tað stendur, um hon so skrivar hundrað brøv við túsund kossum í, fyri at fáa tað flutt. “ „Nú fert tú at koma teg, haldi eg meg fata. Tú verð- ur rættur maður til enđan.“ Skilarúmið varð standandi. Húsini vórðu gjørd liðug, og Anna Sofía segði so plássið upp í embætismannahúsinum. Hon fór fyrst til Vesturvíkar, fyri at vita hvussu stand- urin var heima. Men har var skilið ringt. Pápi Annu Sofíu var lagstur 1

x

Dúgvan

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.