Dúgvan - 01.12.1941, Page 56

Dúgvan - 01.12.1941, Page 56
152 DÚGVAN seingina av sorg og skomm yvir, at einasta dóttir hansara skuldi giftast til Eysturvíkar. Og í Eysturvík gingu tíðindi um, at pápi Knút Pætur hevði skrivað testamentið, so vissur var hann í, at hann đoyði, um sonurin fekk sær Vesturvíksgentu til konu. Tey bæði ungu, ið øll illsemjan stóðst av, hilđu loyndar- fundir við bygdagarðin hvørt kvøld. So eitt kvølđið bjóðaði Knút Pætur Annu Sofíu til at síggja húsini. Vinarliga spákaðu tey eftir akvegnum til Eyst- víkar. Knút Pætur kom í hátíðarlag, og hann treiv í at syngja hin kenda sangin hjá Good Templar skaldinum: Sól til virðar rann og dagur úti er, og' hin fyrsta stjørnan tendrast móti nátt. Yvir heiðar fuglur syngjandi nú fer, kirkjuklokkur ljóða hugnaligt og hátt. Tær í ølđir hava ljóða sum í dag, tíðartonnin ikki broytti teirra lag. Tað er hugnaligt í haga og á veg, og í hesum friði droymi eg um teg. So við og við — lið um lið sessast tvey at njóta sælan náttarfrið. Skjótt ótaldar stjørnur skrýða loftið blátt, og tær túsund stjørnur veittra: „góða nátt.“ Anna Sofía var heilt hugtikin av teimum vøkru orð- unum, og hon vildi fegin duga lienda sjáldsama sangin. Jú, hann skuldi læra hana sangin, men ikki nú, tí nú vóru tey komin til húsini. „Á, sum tey eru vøkur,“ var tað fyrsta Anna Sofía segði, tá hon sá húsini. „Beint sum mítt đreymaslátur hevur verið. Og nú er tað verunleiki alt samall! Eg eri so eydnu- rík, Knút Pætur.“ ,.Tað eri eg eisini, Anna Sofía. — So fara vit at hyggja at hvussu tey síggja út innan eisini.“ Tað gleddi Knút Pætur, at Anna Sofía dámdi alt so

x

Dúgvan

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.