Dúgvan - 01.12.1941, Síða 58

Dúgvan - 01.12.1941, Síða 58
154 DÚGVAN Innbjóðingar vórðu sendar millum svigarforeldrini, um at koma og vitja hvønn annan. Ja, blíðskapurin var so hjartaligur, at tað var líka við, at illstøða mundi spurst burturúr, hvar ið hvør skuldi fara fyrst. So kom brúðleypið, og tey gomlu góvu sítt fulla og heila vælsignilsi til. Men, einaferð enn mundi ósemja komið ímillum. Tað var tá ið avgerast skuldi hvar ið brúðleypið skuldi standa. Pápi Knút Pætur vildi hava, at tað skuldi standa í Eysturvík, meðan pápi Annu Sofíu vilđi hava tað til Vesturvíkar. Men ósemjan javnaði seg tó, tá Knút Pætur kom fram við brævinum frá „Einum, ið hugsar.“ Brúðleypið skuldi verða í húsum Kuút Pæturs. Kvøldið áðrenn brúðleypið, fóru Anna Sofía og Knút Pætur ein túr í vøkrum mánalýsi eftir akvegnum til Vestur- víkar. Tá tey komu til bygdagarðin støðgaði tey á — men hesa ferðina vóru tey bæði somu megin bygdagarðin. STUTTIINS B A R U IVl ©/©©/@©/@)©/©©/©@/©@/©@/@@/©©/@)©/s)@/53)@/©©/í3)@/@©/©©/<3:@/(3)©/í3)©/©©/©©/© Eitt ganiiilt orðatak sig'iir, at ein fullur Fransmaður vil dansa, ein Týskari syngja, ein Onglendingur eta, ein Itali- enari reypa, ein Iri berjast, ein Spaniólari spæla og ein Amerikanari vil halda røðu. Men hvat ger ein Føroyingur, ið er fullur? Tað sigur orðatakið einki um. Tað er tó okkara óskoðan, at ein fullur Føroyingur yvurgongur teir allar samlar, tí hann vil bæði đansa, eta, reypa, berjast, spæla og halda røðu, ja, — hann ivast ikki í at svørja eisini. „Dúgvan“ hevur fingið eitt ummæli í einum føroyskum blað, sum er ein gamal „vinur“ av fráhaldsrørsluni. Tá ið ein leggur merki til, hvør ið er blaðstjóri á hesum blaði, ja, so er tað skilligt, at hetta ummæli av „Dúgvuni“ ikki kundi vera øðrvísi.

x

Dúgvan

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.