Dúgvan - 01.12.1941, Side 59

Dúgvan - 01.12.1941, Side 59
MEÐAN ROKKURIN SNURRAR Eltir M. S. Viðstein. Alva stóð við rokkin og spann, sum hon var von at gera aftaná at t^y høvdu sitið og notið skýmingarløtuna frammanundan ljósatendring. Har í húsinum hevði tað ongan- tíð verið siður at tendra á hálvum degi, sum so manga aðra- staðni í bygdini í hesum tíðum. Nei, soleiðis hevði hon haft tað líka síðani hon var barn, at sitið framman fyri eldin við einum stokkum og latið skýmingina átt sín fulla rætt út í æsir, og ikki tendrað fyrr enn myrkt var. Skýmingin eigur tað fram um aðra tíð á đegnum, at hon gevur einum frið at sita og hugsa og lata hugin ferðast bæði aftur í farna tíð og fram í tíðina. Álva hugsaði bæði aftur eftur og frameftir, tá ið hon í skýmingini sat við stokk- um frammanfyri eldin. Hvussu verið hevur, ja, tað vita vit. Men hvussu verður, tað vita vit ikki, tíbetur. Tá ið hon var ung hevði hon eisini hugsað fram í tíðina, og lagt sína lívs- ætlan, og hon skuldi verða so og so hugnalig. Men nú hon sat omma at 5 børnum, og lat hugin ferðast aftur í horvna tíð og farnar dagar, ja, so ásannaði hon, at lítið hevði ging- ið henni eftir ætlan. Tó eitt var, ið hevði lagað seg eftir hennara ætlan, og tað var at hon fekk ein vakran, virkis- fúsan mann og eitt hugnaligt heim, sum fyri lienni var eins og eitt lítið kongaríkið fyri seg. Men tað vardi bert so stutt. Tá ið tey høvdu livað saman í kærleika og góðari semju í bert fýra ár, var hann heimborin so sundurløstaður, at hann var ikki til at kenna. Hann var fallin í bjørgunum, lendið skruđdi undan honum, og fallið var so langt, at eingin ivað- ist í at hann doyði í stundini. Men hann andi, tá ið teir bomu til hansara og hann andi, tá ið hann var borin heim. Men hann fekk ongantíð málið fyri seg aftur. Hann sovnaði í skýmingini — og vaknaði ongantíð aftur. Hon sat eftir einkja við 3 smábørnum, tveimum dreingjum og einari gentu.

x

Dúgvan

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.