Dúgvan - 01.12.1941, Qupperneq 60

Dúgvan - 01.12.1941, Qupperneq 60
156 DÚGVAN Alt hetta og mangt annað kundi renna lienni í hug, tá ið hon sat í skýmingini og hugsaði, Viðhvørt kundi hon kortini smílast fyri seg sjálva, tað var tá ið dótturin, ið var yngst, bert 12 ára gomul hevði bundið eina troyggju til eldra beiggja sín. Hon hevði ætla honum hana í jólagávu, men troyggjan var so lítil, at hann slapp ikki í hana — og tí fekk hin yngri bróðurin hana í jólagávu. Og hann var fegin við. Álva og dótturin komu so ásamt um at tærskuldu kasta uppá til einar hosur og í staðin — dagarnir vóru fáir til jóla — lata hin eldra beiggjan fáa tær, so hann ikki skuldi vera heilt sørur. Men so hvarv smílið aftur. Hin eldri drongurin var far- in til skips — og kom ikki aftur. Hann var tikin út av brota- sjógvi. „Ája,“ suffaði Álva, „okkurt skuldi tað vera gott fyri,“ men hon dugdi ikki at skilja hvat ið hetta skuldi vera gott fyri. — Hin yngri drongurin fór eisini til sjós so skjótt hapn var so frægur, og higartil hevði Harrin altíð sent hann heim aftur. Nú var hann giftur, átti stór og stásilig hús í grannabygdini, hevði eina fitta konu og fleiri børn. Men hon sá hann so sjáldan nú. Tá ið ljósið varð tendrað, var Álva farin í rokkin. Hon var ikki longur so kvik í rokkinum, sum í sínum ungu døg- um. Men alt tað ið hon bant, tað hevði hon bæði karað og spunnið sjálv. Hon skuldi læsa av trimum sokkapørum til jóla, ið tær smáu ommuđøturnar skuldu fáa í jólagávu frá heniii. Ikki var gott at vita, um hon skuldi síggja næstu jól. Vælgerðin var Álva so fólk tóku til hennara. Hon var góð við sítt arbeið, og eingin hevði nakrantíð nakað at finn- ast at tí, hon legði úr hondum. So snurraði rokkurin, hon gav út, smidliga og sáttliga, tí fínt skuldi tógvið vera. Tað skuldi nýtast til jólasokkar. Ein av smágentunum hevði sæð ein lítlan sokk undir kodd- anum hjá ommuni, og sum gentur flestar í tí aldrinum var hon farin at samráðast við hinar systrarnar, hvønn ið omman nú var farin at binda til. Áðrenn snaldan var hálv sótu allar tríggjar smágentir- nar á gólvinum, so nær hjá snalduni sum møguligt, og hugdu eftir hvussu snaldan vaks. „ Sitið ikki so nær, gentur,“ segði Álva við tær einaferð, ið hon var fyri óhappi at slíta favnin. „Sitið ikki so nær, hoyra tit,“ rópti móðir teirra, ið fekkst við nátturðaeldin.
Qupperneq 1
Qupperneq 2
Qupperneq 3
Qupperneq 4
Qupperneq 5
Qupperneq 6
Qupperneq 7
Qupperneq 8
Qupperneq 9
Qupperneq 10
Qupperneq 11
Qupperneq 12
Qupperneq 13
Qupperneq 14
Qupperneq 15
Qupperneq 16
Qupperneq 17
Qupperneq 18
Qupperneq 19
Qupperneq 20
Qupperneq 21
Qupperneq 22
Qupperneq 23
Qupperneq 24
Qupperneq 25
Qupperneq 26
Qupperneq 27
Qupperneq 28
Qupperneq 29
Qupperneq 30
Qupperneq 31
Qupperneq 32
Qupperneq 33
Qupperneq 34
Qupperneq 35
Qupperneq 36
Qupperneq 37
Qupperneq 38
Qupperneq 39
Qupperneq 40
Qupperneq 41
Qupperneq 42
Qupperneq 43
Qupperneq 44
Qupperneq 45
Qupperneq 46
Qupperneq 47
Qupperneq 48
Qupperneq 49
Qupperneq 50
Qupperneq 51
Qupperneq 52
Qupperneq 53
Qupperneq 54
Qupperneq 55
Qupperneq 56
Qupperneq 57
Qupperneq 58
Qupperneq 59
Qupperneq 60
Qupperneq 61
Qupperneq 62
Qupperneq 63
Qupperneq 64

x

Dúgvan

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.