Dúgvan - 01.12.1941, Page 61

Dúgvan - 01.12.1941, Page 61
DÚGVAN 157 „Tað man ikki fara at bila, tær eru bara eitt sinđur for- vitnar,“ royndi nú Álva at bera í bøturflaka fyri ommudøt- urnar. Dóttur Álvu var inngift til móðir sína. Hon átti bert 3 døtur —• og tær hingu rundan um ommuni, alt tað ið eyga var sunđur. „Hvat skal omman hava hasa snalduna til?“ spurdi hin elsta smágentan. „Eg veit ikki enn hvør av tykkum, ið fær hana,“ svar- aði Álva. „Skulu vit hava snaldurnar?" gpurdu tær allar tríggjar í senn. „Nei, nei, nú misskilja tit meg. Um tit skikka tykkum væl og ikki sita ov nær, so skuldi eg roynt at bundið tykk- um eitt sindur upp á beinini til jóla,“ svaraði Álva. „Eru allar ommur so góðar?“ spurdi hin yngsta. „Ommur kunna verða góðar,“ svaraði Álva. „Ogmamm- ur eru altíð góðar, og smágentur skulu altíð vera góðar, tí tær eru smáir einglar, ið skulu vera teimum eldru til gleði“. Smágenturnar hugdu uppá hvørja aðra, men søgdu einki. So stungu tær høvdini saman og smátutlaðu sínamillum, meðan rokkurin snurraði og snalđan vaks. „Vit eru smáir einglar,“ segði hin yngsta. „Ja, ja,“ segði hin elsta, „tað vil omman vera við“. „Men tað eru vit eisini,“ segði miðlingagentan, „tí eis- ini vit kunna syngja sum einglarnir sungu jólanátt uppi yvir fjósinum í Betlahem“. „Ja, vit skulu syngja.,“ søgdu tær allar. Meðan rokkurin snurraði, og snaldan vaks av fíuum, fínum sokkatógvi sótu tær tríggjar smágenturnar, tríggir smáir einglar, rundan um ommuna og sungu: „Gleðilig jól! Gleðilig jól!“ ljóðar av himli einglalag.

x

Dúgvan

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.