Dúgvan - 01.12.1941, Page 63

Dúgvan - 01.12.1941, Page 63
DÚGVAN 159 í niðara sali, hvar eisini skemtileikurin MSkyldmenninir hittast" var framfordur. Hvor leikarin var meira fagnaður enn annar. So var boðið til kaffiborð um miðjunátt í sjálvum losjusalinum, har eisini var ymiskt undirhald. Dansað var so til klokkan 6, tá ið boðið var til hin seinasta kaffimunnin, so klokkan var 7, áðrenn farið var til liús frá hesi sera væleydnaðu stovningarveitslu. A. T. * ,,Thorshavns Totalafholdsforening“. Nevndin hevur verið so heppin at fingið fatur á einum nýggjum dúki til billiarđ felagsins. Limirnir kunnu liereftir aftur fáa eitt spæl í lag, tá ið teir hava hug til tess. * Absalon á Trøllanesi. Undir navninum á yrkingini hjá Hans A. Djurhuus uin Absalon á Trollánesi í „Dúgvuni“ seinast, var av misgávum foðingardagur og deyðsdagur Absalons ikki komin við og vit loyva okkum at rætta tað her: Absalon á Trollanesi * 5. mai 1827 f 11. juii 1902. * Av Tvøroyri. Ungmannaringurin á Tvoroyri hevði foðingar- dag 4. oktober, stovnaður í 1936. „Tvoroyrar Framtíð“ hevði føðing- ardag 15. november, stovnað í 19o4. Barnalosjan „Tvøroyrar Vón“ lievði foðingardag 22. november, var stovnað í 1936. — Arbeiðið gongur gott og trygt fram. * Losjuarbeiðið á Eiði. Á Biði sum so manga aðrastaðni er tað so ymiskt sum tað gongst við felagsstarvinum. Stirvið kann hava gingið viðhvort, men arbeitt hevur verið kortini — og nú má sigast at tað gongur heilt væl, tí losjan „Statt fast“ hevur nú 8o limir. Leygardagin 29. november var hildin stovningarveitsla. Tað var frálíkt veður henda dagin og allir bátar vóru á útróðri og sjálvandí fleiri av ordansfelogunum eisini. Tá ið teir komu aftur av útróðri seinnapartin og sóu losjuhúsið flagga við tveimum flbggum, gjordu teir skjótt av og fingu veiðuna til sættis sum snarast, og kvikaðu sær í veitslubúnað — og liildu so í losjuhúsið fyri at halda stovning- ardagin hjá losjuni. Har var væl av fólki komið saman til borðhald- ið. Og har var sum altíð skemtiligt og álvarsamt hvort um annað, soleiðis sum tað vanliga er á good-templara veitslum. Borðhaldið við ymiskum undirhaldið og sangi vardi til klokkan 11. Síðani varð dansað til klokkan var farin um 3. Tá fóru bll til hús, fegin yvir frálíka veitslu. J. A, J.

x

Dúgvan

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.