Fróðskaparrit - 01.01.1966, Page 1
Fólkanøvn í Sandoyar sýslu 1801
Eftir Jákup í Jákupsstovu.
Henda grein er framhald av grein í seinasta Fróðskaparriti,
har fólkanøvn í Suðuroyar sýslu 1801 vórðu viðgjørd.
Hesa ferð eru tað nøvnini í Sandoyar sýslu, ið viðgjørd
verða. Viðgerðarháttur og heimildir eru tey somu, sum nevnd
vórðu í fyrra riti. Tó er um garðanøvn (býlingar) at siga, at
hesi eru til skjals í upprunaliga manntalslistanum úr Suðuroy,
og vórðu tey tí tilskilað í fyrru grein við teirri í manntals-
listanum nýttu stavseting. 1 tilsvarandi manntalslista úr Sand-
oy eru eingi nøvn á býlingum, húsum ella gørðum, men í av-
riti, sum Anton Degn skjalavørður hevur skrivað, eru nøkur,
og tað eru tey sum í hesi grein eru tilskilað við teirri har nýttu
stavseting. Men fólkanøvnini eru øll samsvarandi við uppruna-
liga manntalslistan frá 1801.
Tá búðu í Sandoyar sýslu sløk 9 % av Føroya fólki, nevni-
liga 466 av 5.265 íbúgvum landsins:
1) Sands Sogn ..
2) Skaaleviig Sogn
168
107
3) Huuseviig Sogn:
Huuseviig .
Dahl ......
Skarvenæs
54
49
18 121
4) Skuøe Sogn ......
5) Store Dimon Sogn
57
13
Altsaa i Sandøe Præstegield tilsammen
= 466
2