Fróðskaparrit - 01.01.1966, Síða 7
Fólkanøvn í Sandoyar sýslu 1801
15
Kvinnunøvn í Sandoyar sýslu 1801
3 Adda eru 78 ára einkja í Skúvoy, 31 ára ógift bónda-
systir undir Hagabrekku og 9 ára bóndadóttir á Hamri í
Skálavík.
2 Amalia Elisabeth eru báðar í prestagarðinum heima á
Sandi: Onnur er 19 ára bróðurdóttir prestsins, og hin er
elsta prestadóttirin, 12 ára gomul.
34 Anna eru í øllum bygdum í Sandoyar sýslu í øllum aldri
upp í 82 ár.
4 Anna Cathrine. Tvær eru á Sandi: Hin eldra, 32 ár,
tænir í prestagarðinum, og hin yngra, 20 ár, tænir hjá
kongsbónda-einkjuni á Klettum. í Skúvoy er 43 ára
bóndakona og í Skálavík er 4 ára bóndadóttir.
1 Anna Maria er 5 ára faðirloysingur uppi undir Reyni á
Sandi.
1 Anna Sophia er 7 ára yngsta dóttir bóndans sála í Dals-
garði í Skálavík.
9 Bille eru í øllum bygdum uttan Skálavík og Skúvoy.
Aldur 6—82 ár.
1 Birgithe Christiane er 9 ára prestadóttir á Sandi.
1 Birthe er 50 ára systir látna bóndans á Áargarði heima á
Sandi.
17 Cathrine eru í øllum bygdum uttan i Dímun í øllum aldri
upp til 82 ár. Har aftrat er C. seinna navn í samanseting
Anna C.
Christiane er bert í samanseting Birgithe C.
3 Christin. Elsta C. er 45 ára kona tilstundandi bónda í
Skúvoy. Hinar báðar, skrivaðar Christen, eru heima á
Sandi: 29 ára tænastukvinna á Sondum og 20 ára elsta
dóttir á Áargarði; sí eisini Kristen.
1 Christine Maria er 6 ára prestadóttir heima á Sandi.
Elisabeth er bert í samanseting Amalia E.; sí eisini Lisbeth.
4 Ellen eru tvær í Skúvoy, 36 og 32 ár. Á Skarvanesi er
58 ára bóndakona, og heima á Sandi er 22 ára dóttir
bóndans í Horni.