Fróðskaparrit - 01.01.1966, Síða 71
Skiftið millum framgóma- og afturgómaframburð
79
ingunum. g og k hava framvegis bert uppgómakendan fram-
burð framman fyri fortunguljóði, sjálvljóðabroytingarnar føra
við sær nýggja stevnu, har g og k ikki bert halda sínum gamla
afturgómaframburði, men ota henda framhurð inn á ljóða-
sambond, sum nú verður samanfall við, t. e. forn sambond:
g ella k + fortunguljóð. Dømi: gøta — gøla; kúra, skúm —
gýta, kína, skíði1); garður, skapa — gæsutur, kæra.
c) Sjálvljóðabroytingar, sum føra við sær ljóðasamanføll,
men har g og k ikki laga seg eftir hesum ljóðasamanføllum:
gestur — gæs, ketta — kæra, skelsandur — skapa o. o.
2.
Lesarin man hava lagt til merkis, at hitt forna ø (runding
av e ella i-umljóð av o) er sett í () í føroyska partinum av
skránni. Hetta ljóð hevur ógvuliga veika støðu í nútíðarfør-
oyskum, vanliga fer tað upp í e-bólkin (dømi: svevur, kemur,
í erva), møguliga kroyst av gongdini p>ø; tað skal verða lagt
afturat, at eisini hitt forna æ hendingaferð kann vera fyri av-
runding, helst seint í tíðini, annars høvdu vit væntað form við
<e. Dømi: epa. 1 sambandi við g ella k er hitt forna ø mær kunn-
ugt bert til í orðunum kjøra, kjørbreyt og kjørligur, sum eg
hugsi eiga at verða skilt sum ávirkan frá sagnorðaformum av
sama orði við uppgómakendum framburði (før.: framgóma-
framburði): kjósa, keys. Hjáformarnir kjørubreyt (ofta skriv-
að tj-) og kjølbreyt kunnu metast at stava frá eini tíð, tá fyrri
liður í hesum báðum samansetingum ikki longur hevur verið
skiltur og settur í samband við sagnorðið kjósa, sum ikki er
nakað serliga vanligt orð í nútíðarføroyskum heldur.
Við at hyggja eftir hjá JACOBSEN og MATRAS (1961)
síggja vit ikki so fá onnur orð við g, k ella sk + jø. Hesi orð
kunnu verða býtt í tveir høvuðsbólkar:
I) u-brótingarformar og formar, ávirkaðir av teimum, við
hvørt er eisini møguleiki fyri ávirkan frá u-umljóðsformum:
gjøgn- og gjøgnum(-); gjøldum og gjøldur, ið kunnu verða
‘) Sí 4.