Fróðskaparrit - 01.01.1966, Page 75

Fróðskaparrit - 01.01.1966, Page 75
Skiftið millum framgóma- og afturgómaframburð 83 Men norðarlaga á Eysturoynni hevur uppat okkara tíð verið tiJ ein framburður av hesum ljóðum, sum gevur eitt og annað at hugsa um, nevniliga [Yi] og [Y(i)]; í dag man hin fyrri vera heldur sjáldsamur — sjálvur veit eg meg ikki við vissu hava hoyrt hann —, men HAMMERSHAIMB (1891) nevnir hann sum hin vanliga. Hin seinni, tann framman fyri gomlum longum hjáljóðum og ávísum hjáljóðaflokkum, er vanligur í dag, t. d. lýsingarorðið ríflutur, her hava teir har norðuri framburðin [Y], meðan føroyskt annars hevur [ó]. Tað liggur nær fyri at hugsa sær, at tann framburður, sum hevur verið til norðalaga á Eysturoynni, og sum fyri ein part er til enn, ikki er nakar nývøkstur í málinum, men tvørturímóti gamalt máltekin, og at ljóðgongdin fram at [ói] og [ó(i)] er ný- vøkstur, sum enn ikki hevur vunnið sær fastan fót allastaðni. Tvíljóðingin av í-ý er tí skili helst farin fram á tann hátt, at fyrst fáa vit tvíljóðið [Yi], seinni — óvist nær og hví — verður fyrri liður at samsvarandi baktunguljóði [ó], men hetta verður, sum ætlað, ikki gjøgnumført um allar oyggjamar. Av og á finna vit í vanligum føroyskum, t. e. ikiki bert norðanfyri, einstøk orð ella einstakar orðaformar, sum kunnu styðja hesa hugsan, t. d. staðarnavnið Kúrberg, sum vit skriva tað, ið altíð verður borið fram við [Y], og sum illa fær verið annað enn fn. kýrberg, ella tátíðarformin tímdi av sagnorð- inum tíma, hesin tátíðarformur verður mangan borin fram við [Y]. Men ymist kann tó verða sagt ímóti hesum. 5. Um allar Føroyar renna fn. e og <e saman. Líkindi era til, at tað er æ, sum hevur vunnið á e. 1 Suðuroynni renna fn. e-æ og fn. e saman í ljóðskipanini mótvegis hinum pørtunum av oyggjunum, har fn. e er fyri seg, og fn. e-æ renna saman við fn. a. í Suðuroyarmáli er tó tann munur á teimum upprunaliga ymissu ljóðunum, at g og hevur sloppist undan — eftir inngangi Jørgen Rischels hjá JAKOBSEN og MATRAS (1961). Um ljóðskrift yvirhøvur sí t. d. HJELMSLEV (1954).
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.