Fróðskaparrit - 01.01.1966, Blaðsíða 77
Skiftið millum framgóma- og afturgómaframburð
85
beinleiðis til e ella um annað ljóð fyrst. Og skoytt verður uppí,
at einki skal verða sagt um seinna lið í tvíljóðinum.
I hesum báðum førum fylgja frammanfyristandandi g og k
við í vøkstrinum og fáa annaðhvørt afturgómaframburð,
framman fyri fornum ai, t. d. geil, keipur, skeið, skein, ella
meira uppgómakendan framburð, t. e. framman fyri fyrrver-
andi au.
b) Ljóðvøksturin p>ø er regluligur í føroyskum og íslendsk-
um (íslendingar skriva ó), ikki í hinum norðurlendsku granna-
málunum. Tó hevur føroyskt oftast o framman fyri nasaljóði
(gomul, sonn, somul o. o.). 1 íslendskum hendir tað, at so
hvørt sum g verður ó, verður hitt uppruna'liga ce skúgvað
burtur, tað rennur saman við x, seinni í tíðini verður eisini
minni og minni av ø, ið — eins og ce — missir rundingina,
tað fer í flestu førum upp í e-bólkin (sbr. 2.), uppaftur seinni
kann so í summum førum upprunalágt g fylgja við, t. d. fjógur
>fjegur, PÓRÓLFSSON (1925). í íslendskum, eins og í norsk-
um, er tað, sum nevnt, soleiðis, at g og k halda uppi sínum
forna framburðarmynstri, líka mikið hvør gongdin annars
verður hjá sjálvljóðinum, ið aftaná stendur, og vit síggja, at
ísiendingar enn í dag gera mun á kór »leguvald, sóttarsong«, ið
hevur upprunaligt g, og kjór »kostur, val«, ið hevur uppruna-
ligt ø, og har teir í dag skriva j aftur at k fyri at sýna
munin.
1 føroyskum broytist g til samsvarandi fortunguljóð, sum
ætlandi tekur seg upp frá [æ] til [ø], t. e. ljóðið sum sam-
svarar við hitt forna æ, einasta munurin hevur verið tann, at
æ hevur verið langt, [ø] stutt. g og k frammanfyri halda
sínum forna aftirgómaframburði og ota henda framburð inn
á forn sambond gce- og kæ-. Dømi: gøta-gøla, køstur-kønur,
skøta-skøða o. o.
ú verður tvíljóðað, fyrri partur av hesum tvíljóði er meira
at siga fortunguljóð, sum samsvarar ógvuliga væl um ikki full-
komiliga við í-ý (um í-ý um hetta mundið er vorðið tvíljóðað
ella ikki, ber ikki til at siga nakað um í hesum sambandi). k og
g frammanfyri halda sínum forna afturgómaframburði og ota