Fróðskaparrit - 01.01.1966, Blaðsíða 83
Tá ið Føroyar komu upp í donsku stættatingini
Eftir Róland Waag Høgnesen.
Julikollveltingin í Fraklandi í 1830 fekk politiskar avleið-
ingar eisini í øðrum londum.
Danska stjórnin kendi ferilin av koMveltingarhóttanini, og
tók hon tí ta avgerð at seta á stovn ráðgevandi stættating fyri
teir ymsu landslutirnar í ríkinum. Fyriskipanin um hesa ætlan
var kunngjørd hin 28. mai 1831; í grein 1 stóð, at »Der skal
i Vort Rige Danmark være to Forsamlinger af raadgivende
Provindsial-Stænder, een for SjæMands, Fyens og Lollands-
Falsters Stifter, samt for Island, og en anden for samtlige fire
Stifter i Nørre-JyMand*1).
Føroyar vóru ikki beinleiðis nevndar í hesi fyriskipan, men
umvegis kortini, tí Føroyar lógu til Sælands biskupsdømi. Men
valla hevur danska stjórnin ætlað hesa fyriskipan at galda í
Føroyum; áðrenn vanlig donsk fyriskipan varð sett í gildi í
Føroyum, skuldi serstøk samtykt verða gjørd um hetta2), og
hetta sæst ikki at vera hent um hesa fyriskipan.
Um hetta mundið sendi Danske KanceMi á hvørjum ári skriv
til amtmannin í Føroyum at biðja hann gera tilmæli um,
hvørjar vanligar fyriskipanir, surn kunngjørdar vóru fyri Dan-
mark árið fyri, kundu — við ella uttan broytingum — verða
settar í gildi í Føroyum2).
Collegial-Tidende 1831, bls. 369 ff.
2) Algreen-Ussing: Kgl. Reskripter og Resolutioner. .. . 1852, bls. 310
—313; og ritgerð um lóggávuna fyri Føroyar 1821—1848, óprentað.