Fróðskaparrit - 01.01.1966, Page 84

Fróðskaparrit - 01.01.1966, Page 84
92 Tá ið Føroyar komu upp í donsku stættatingini 1 skrivinum frá Danske Kancelli um fyriskipanirnar fyri árið 1831 var henda fyriskipan frá 28. mai ikki nevnd. Av sínum eintingum tók amtmaðunin, F. F. Tillisch, hesa fyriskipan við í tilmæli sínum, hóast hon ikki kundi koma ímillum tær fyri- skipanir, sum hann skuldi geva tilmæli um; amtmaðurin segði sína hugsan um hesa fyriskipan vera, at føroyingar kundu ikki hugsast at hava nakað ynski um at taka lut í stættating- inum3). Spurningurin, um Føroyar skuldu hava lut í stættatinginum, sæst ikki at hava verið reistur annars undir fyrireikingunum til hesa lóggávuna, fyrr enn Schlegel professari sum limur í nevndini »De oplyste Mænd« (borgarar, sum stjórnin hevði útnevnt til at viðgera stjórnaruppskotið um stættatingini) í einum privatum bønarskrivi reisti spurningin um serstakt før- oyskt umboð á stættatinginum4). í bønarskrivi sínum dagfestum hin 28. aug. 1832 sigur Schlegel professari, at tríggjar orsøkir kundu hugsast fyri, at Føroyar hava ikki fingið umboð á stættatinginum: 1) at Før- oyar vóru hjáland (koloni), 2) at fólkatalið í Føroyum var ov lítið, og 3) at føroyingar ikki høvdu áhuga fyri hesum nýggja stovni. Schlegel vísti aftur øllum trimum møguleikunum; før- oyingar kundu ikki verða settir uttan fyri stættatingið av tí, at landið var hildið at vera hjáland (koloni), tá ið Island hevði fingið serstakt umboð til stættatingið; hitt lítla fólka- talið í Føroyum kundi ikki vera orsøkin til, at Føroyar vórðu settar uttan fyri stættatingið, tí at stjórnin, tá ið hon setti upp tey ymsu valøkini, ikki einans hevði havt í huga fólkatalið, 3) Tilmælið frá amtmanninum er ikki at finna í Rigsarkivet; brævið er uppskrivað at vera komið úr Føroyum, dagfest hin 20. august 1832, í Danske Kancelli, 3. dep., journal G 1832. Innihaldið í brævinum er endur- givið í nevndarálitinum frá stættanevndini dagfestum hin 28. mai 1833; D. K. 2. dep. Stændersager; Forestillinger og kgl. Ordre ang. Provindsial Stænderne. 4) Fíans Jensen I. Schlegel var noyddur at gera privat bønarskriv, av tí at tað var noktað »De oplyste Mænd« at viðgera § 1 í stjórnaruppskotinum.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.