Fróðskaparrit - 01.01.1966, Page 85

Fróðskaparrit - 01.01.1966, Page 85
Tá ið Føroyar komu upp í donsku stættatingini 93 men hon hevði eisini hugsað um staðbundin, mentunarlig o. o. viðurskifti; Schlegel ivaðist í, at føroyingar skuldu ikki hava hug at taka lut í stættatinginum, uppaftur meira var hann í iva um ta frágreiðing, sum yvirvaldið kundi hava givið um hetta — um so var, at yvirvaldið hevði sent frágreiðing um hetta. Frágreiðingar frá yvirvaldinum gjørdust ofta eintátt- aðar, helt Schlegel; sjálvur hevði hann tikið tingsvitni fram um frágreiðing frá yvirvaldinum. Schlegel royndi eisini at reka fram undir, at um Føroyar framvegis høvdu verið saman við Noregi, so høvdu føroyingar átt lut í teimum stjórnarrætt- indum, sum norska fólkið hevði fingið. Seinast minti Schlegel á, at brøðrafólk føroyinga í Fíetlandi og Orknoyggjum fyri stuttum høvdu fingið sama umboðsrætt, sum skotar høvdu5). Tilmælini frá »De oplyste Mænd« skuldu verða handfarin av »Stænderkomiteen«; í hesi stættanevndini sótu teir fýra embætismenninir Stemann, Ørsted, Molkte og Hopp. Stætta- nevndin vísti aftur uppskotinum frá Schlegel; hetta varð gjørt í nevndaráliti dagfestum hin 28. mai 1833. At føroyingar vóru hildnir uttan fyri stættatingið (»den stænderiske repræsenta- tion«), komst ikki av nøkrum ynski um at forfjóna áhugamál føroyinga ella til at forða teimum í at njóta gagn av tí nýggja stovninum; óivað var orsøkin tann, helt stættanevndin, at menn høvdu hildið Føroyar vera ov lítlan landslut til, at tær kundu krevja serstakt umboð, heldur ikki høvdu Føroyar bein- leiðis samband við Danmark6). Allir nevndarlimirnir høvdu havt við málið at gera frá fyrsta degi. Spurningurin um Føroyar og stættatingið var ikki umtal- aður í tilmæli, dagfestum hin 8. nov. 1833, sum Danske Kan- celli gjørdi til ríkisráðsfundirnar. Ríkisráðið viðgjørdi donsku stættatingini í november mánaði í 18337). 5) D. K., 2. dep. Stændersager; Bilag til Forordningen ang. Provind- sial Stændernes Indretning. 6) D. K., 2. dep. Stændersager; Forestillinger og kgl. Ordre ang. Pro- vindsial Stænderne. 7) Hans Jensen I, bls. 250.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.