Fróðskaparrit - 01.01.1966, Page 88
Inversio uteri — viðvend lívmóðir*)
Eftir Marner Simonsen.
Inversio uteri er ein sjáldsamur, men hættisligur tilburSur,
sum kemur knappliga í seinasta parti av barnsburSinum. TaS,
sum hendir, er ein viSvending av lívmóSurini.
EndamáliS viS hesari ritgerS er at bera fram tær umstøSur,
iS verSa kunnu atvoldin til eina viSvending av lívmóSurini,
og tí sum av hesum tilburSi kann 9tandast. ASalendamáliS er
at siga frá tveimum tilburSum av inversio uteri, tí hildiS
verSur neySugt, at allir koma alment fram, orsakaS av at
tilburSurin er so sjáldsamur.
1. Fyrikoming, uppruni og sundurbýting.
Ilt er at siga, hvussu vanligur hesin tilburSur er. Eftir nýggj-
ari uppgerS eftir Nielsen et al.9 kemur hann fyri hjá 1:38000
barnsburSum. Wadstein12 finnur 1:13886. DasA finnur 1:8537.
Pery10 finnur 1:100000. Choudhuri3 finnur 1:4400 og Bunke
et al.2 finna 1:19998.
Á deildini fyri kvinnusjúkur og nærfrøSi á Københavns
Amtssygehus í Glostrup er í tíSarskeiSinum 1961 —1964 mill-
um 3300 barnsferSir bert sæddur ein tilburSur av inversio
uteri.
Upprunin til puerperala inversio uteri kann sum Zange-
*) Københavns Amtssygehus í Glostrup, deildin fyri kvinnusjúkur og
nærfrøði (yvirlaeknar: H. Lefevre og Jan Weber) og frá egnum bygda-
læknayrki.