Fróðskaparrit - 01.01.1966, Qupperneq 89
Inversio uteri — viðvend lívmóðir
97
meister13 heldur, vera ov hart trýst á lívmóðurina, um so er,
at hon er ikki heilt samanknýtt, og eftirburðurin er ikki heilt
leysur, samstundis við at hálað verður í nalvastrongin. Niel-
sen et al.9 hava funnið, at teir flestu tilburðirnir av inversio
uteri høvdu heilt ella lutvíst fastsitandi eftirburð, og siga, at
hetta hevur størsta týdningin. Annars halda teir, at flestu til-
burðirnir koma av sær sjálvum og, at ov hart trýst á lív-
móðurina og at hálað verður í nalvastrongin, hevur minni
at týða til upprunan av tilburðinum. Hetta er eisini ávíst av
Sbepleru.
Talið á barnsferðum frammanundan tykist ikki í stóran
mun at hava samband við henda tilburð. Tað eru eins mangar
konur, ið eiga fyrstu ferð og hava átt fyrr, ið koma fyri
henda tilburð. Das4 fann, at 54% áttu fyrstu ferð, og Bunke
et al.2 finna, at tær hava átt 1,9 ferðir í miðal.
Teir flestu (4 610 u) skilja millum tvey sløg av inversio
uteri:
1. Bráð viðvending, kemur beinleiðis í samband við barns-
burðin.
2. Minni bráð viðvending, byrjar nakað seinri, tá ið lív-
móðurhálsurin aftur fer at knýta seg saman.
Tilburðirnir kunnu eisini verða býttir í:
1. Ófullfíggjaðar: fundus uteri er ikki uttan fyri orifieium
externum cervicis uteri.
2. Fullfíggjaðar, teir vanligastu: fundus er komin heilt út
ígjøgnum orificium externum og liggur í vagina.
3. Prolapsus: fundus er komin út um vulva (1. mynd).
2. Sjúkratekin og sjúkuavgerð.
Við puerperala inversio uteri kann ring bløðing og/ella
skelkur (shock) vera fyrsta tekinið, ið ger, at ein fær var-
hugan av hesum tilburði. Skelkurin er ofta harður og stendur
ikki altíð í mun til ta bløðingina, ið sæst4 5 6 10 12.
Aftur at hesum kemur eisini sum lutvís greining av skelk-
inum fyribrygdi við hypofibrinogenaemia við fibrinolytiskum
broytingum av broytingum av blóðstorkingini, sum Dapunt et
al? nústaðni hava sagt frá.