Fróðskaparrit - 01.01.1966, Page 90
98
Inversio uteri — viðvend lívmóðir
1. mynd. Eftir Gynákologische Diageostik. W. Neuweiler,
1958.
Vit verða varug við tilburðin, tá ið eitt knýti er at finna í
vagina ella kemur fram gjøgnum vulva, samstundis sum ein
ikki kann kenna fundus uteri við kanning av búkinum. Ofta
situr eftirburðurin fastur á tí viðvenda uterus9 n.
3. Viðgerð.
Fyrst ræður um at viðgera skelkin, ið longu er tilsteðar ella
er hóttandi, og tær fibrinolytisku broytingarnar við møgulig-
um vantandi fibrinogeni.
Síðan er viðgerðin skjótast gjørligt at fáa ta viðvendu móð-
urina inn aftur. Hetta eydnast í flestum førum2 4 6 9. 1 nógvum
førum1 6 9 18 situr eftirburðurin fastur á uterus, og mælt verður
til av flestu rithøvundum1613 at loysa hann til at lætta um
at fáa móðurina inn aftur. Trýst kann verða við aðrari hond-
ini, og móðurhálsurin samstundis víðkaður við fingrunum, og
síðan kann fundus uteri verða handlaður við hinari hondini
at fáa móðurina inn aftur (2. mynd). Ansast má eftir ikki
at trýsta ov hart á ta bleytu, ikki samanknýttu móðurina,
at hon skal ikki skrædna. Tá ið móðurin nú er rættvend,
kunnu uterotonica verða givin.