Fróðskaparrit - 01.01.1966, Page 93

Fróðskaparrit - 01.01.1966, Page 93
Inversio uteri — viðvend lívmóðir 101 2. Frá egnum yrki sum bygdaltekni. 34 ára gomul, fjórða barnsferðin. Átti á tíð heima í skallalegu, livandi drong, ið vá 3700 g. 10 minuttir aftan á, hon hevði átt, varð roynt at trýsta eftirburðin ógvuliga hart út, og nú kom ein fullfíggjað viðvending av lívmóður- ini við prolapsi uttan fyri vulva við eftirburðinum sitandi føstum á móðurvegginum. Hon bløddi ikki, men varð beinanvegin illa skelkað, gav seg illa, og støðan varð skjótt ógvuliga hættislig. Eftirburðurin varð loystur av, móðirin varð trýst innaftur og kom beinleiðis at vera rættvend. Nú kenst ein vøkstur (fibrom) í vinstra horni á móð- urini. Givin verða uterotonica, og knýtir móðirin seg væl saman. Framvegis er at kalla eingin bløðing, men sjúklingurin er støðugt illa skelkaður. Hon varð flutt til sjúkrahús, men 2 tímar eru at sigla, og á ferðini varð ikki gjørligt at viðgera skelkin á rættan hátt, tí einki tilfar var til tess. Ein hálvan tíma, áðrenn komið varð á sjúkrahúsið, doyði konan í harðasta skelki uttan at nøkur bløðing hevði verið at sæð. Orsøkin til, at henda lívmóðurin varð vend við, er ivaleyst tað harða trýstið, sum útint varð á eina ikki samanknýtta lívmóður við einum ikki heilt losnaðum eftirburði, ið situr í fundus, og møguliga hevur eisini tann ávísti vøksturin verið ein hjálpandi orsøk. Ikki var gjørligt at viSgera henda seinra tilburðin til fulnar, tí hvørki er gjørligt at geva blóð úti á bygd ella á báti í so- vorðnum skundi uttan at hava fingið gjørt gjølligar fyrireik- ingar viðvíkjandi blóðfløkkaavgerð, og heldur ikki má í hesum føri verða givin plasmalíki (t. d. Dextran ella Macrodex) orsakað av møguligum broytingum í blóðstorkingini. Heldur eigur at verða gingið ta leið, at flest allar konur eiga á sjúkra- húsi ella nærhendis, so líkindi verða til at koma undir kønar hendur beinan vegin, um okkurt skuldi borist á. SUMMARY Two cases of puerperal inversio uteri are reported. The literature has been briefly reviewed and the aetiology as well as the frequency of inversio uteri has been discussed. In most cases the inversion is spon- taneous, but a usual cause of inversio uteri is supposed to be too heavy expression of the afterbirth at the third stage of the delivery when the placenta is not loosened and the uterus is not contracted. The parity is of no importance. The first symptom usually is shock which not always
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.