Fróðskaparrit - 01.01.1982, Page 8
16
Um dýpdarboringina í Vestmanna og í Lopra
dýpi 5 1/min. Vatnið sum rann upp úr boriholinum, var um
leið 17°C.
Boringin í Lopra
Niðastu basaltfláirnar, sum í Vestmanna eru langt undir
sjóvarmálanum, eru í Suðuroy oman fyri sjógvin (1. mynd).
Frá kolalindini norðuri á oynni og so langt suður (niður), sum
til ber at eygleiða tær, eru tær um leið 900 m tjúkkar til-
samans. Tær eru allar atkomandi (skurðirnir I, II, III á jarð-
frøðiliga Føroyakortinum), so henda partin av fláarøðini
slapst undan at bora ígjøgnum.
Slættað varð tí fyri boriplássi (50 X 50 m) og borimaskinan
(Dofri) sett upp á lendinum beint vestan fyri vegin í Óna-
vík, sum er so niðarlaga í niðastu basaltfláunum, sum atkom-
andi er (4. mynd). Fláirnar við sjóvarmálan vestantil á oynni,
millum Beinisvørð og Lopranseið, eru á boristaðnum um leið
50 m undir sjónum.
Sum frammanundan nevnt var høvuðsendamálið við bor-
ingini í Vestmanna m. a. at vita um fláirnar vestantil í oyggj-
unum, niðastu basaltfláirnar og kolalindin, hildu fram inn
undir oyggjarnar eystureftir. Fløvuðsendamálið við boringini
í Lopra afturímóti var 1. at bora í gjøgnum stívar 2000 m av
fláunum undir niðastu basaltfláunum í Suðuroy, sum vit einki
vistu um, og fáa so góðan jarðfrøðiligan og jarðalisfrøðiligan
kunnleika um tær, sum gjørligt, 2. at fáa vita jarðhitavøkst-
urin aðrastaðni í landinum og djúpari í fláarøðini enn í Vest-
manna, 3. at bora niður í gjøgnum allan basaltháslættan, um
tað bar til, og vita um undirstøðið undir honum er megin-
landsskorpa eins og á Rockall grunninum sunnari.
Ein skurður gjøgnum fláarøðina, sum borað varð ígjøgnum,
sæst á 5. mynd. Tvørstrikurnar sipa til markið millum fláirnar,
hvftu teigarnir til basalt (plussteknini merkja, at tað er grov-
kornut, doleritt) og tjúkku svørtu strikurnar, merktar s, til
legugrýti (royðugrót, leir, sandur).
Borað varð niður á 2178 m. Tvørmátið á boriholinum var
15” niður á 43 m, I2V4” niður á 192 m og 8V2” niður á