Fróðskaparrit - 01.01.1982, Blaðsíða 10
18
Um dýpdarboringina í Vestmanna og í Lopra
er, verður tí meira enn 5 km, eitt tal sum samsvarar væl viS
tjúktina á basaltfláarøSini í Eysturgrønlandi. Sigulmagnspól-
vísingin tykist vera øvut gjøgnum alla fláarøðina, sum borað
varð ígjøgnum. GrótslagiS er fyri taS mesta fínkornut, stund-
um ítinnut. Á 600 m dýpi og á 800 m dýpi er grótslagið meira
grovkornut basalt (doleritt).
Legugrýtislindirnar (roySugrót, leir, sandur) millum basalt-
fláirnar eru, hendir seg, um leið 5 m, men vanliga eru tær nógv
tynri. TaS tykist sum tær eru færri og tynri niðari, enn tær
eru ovari í fláarøSini; taS kundi bent á, at gosvirksemi niðari,
í fyrstani, hevur veriS virknari við títtari eldgosum enn ovari,
seinni.
Mátingar av jarShitavøkstrinum í Lopra vístu, at hann var
um leiS hin sami sum í Vestmanna, kanska heldur lægri. Hesar
mátingar verSa uppafturtiknar seinni fyri at fáa neyvari úrslit.
Fyribils úrslit
SamanumtikiS kann verða sagt um boringarnar: í Vest-
manna varS komiS niSur á A-lindina (markiS millum niSastu
basaltfláirnar og kolalindina) á tí dýpi, sum roknaS var við.
Borikjarnin sum heild samsvarar væl viS fláarøSina oman fyri
sjóvarmálan vestantil x Vágum og vísir, at fláirnar vestantil
í Vágum ganga inn undir Streymoynna, har kolalindin, sum
fer í sjógv í Bíggjarurð og á Víkum, er 556 m undir sjóvar-
málanum á sjálvum boristaSnum.
í Lopra eru allar fláirnar, sum boraS varð ígjøgnum,
2178 m, myndaSar á turrum lendi oman fyri sjóvarmálan,
og landið er tí sokkið meira enn 2000 m, síðan tær vórðu til.
TaS er ikki óhugsandi, at hesar fláir nú ganga langar leiSir
eystur eftir havbotninum, og har tekja lækkar viS botnsettum
grótsløgum (legugrýtislækkar) sum teir sunnan fyri Hetlands-
rennuna.
Mátingar av jarðhitavøkstrinum vísa, at hann er heldur
ovari, umleiS 40°C/km, enn miSaljarðhitavøksturin í Europu,
sum er 30°C/km.
BoritilfariS, bæSi gróttilfar frá sjálvari boringini og jarSalis-