Fróðskaparrit - 01.01.1982, Page 53

Fróðskaparrit - 01.01.1982, Page 53
»Beaucoup de bruit pour une aumelette« 61 stundum mátti verða keypt dýrari enn fyri tann prís, sum aðaltollkamarið hevði sett7. Eisini hevði kornið, ið keypt varð, ofta verið vánaligt og varð aðaltollkamarinum til stóra mis- nøgd aftursent av skoðanarmonnunum í Tórshavn. Ein varhugi av, at hóttafall var komið á landbúnaðin í Føroyum, var upp- aftur meira styrktur — uttan at tað hevur verið ætlan upp- skotsmanna — av, at fleiri uppskot landbúnaðinum til um- bótar komu júst í hesum árum8. Tað hóttandi handilshallið og tann stóri korninnflutningurin saman við varhuganum av afturgongd í landbúnaðinum, vóru støðið undir ynskjum aðal- tollkamarsins um at fáa vent rákinum. Gongd kom á av einum brævi frá Hveding løgmanni til aðaltollkamarið skrivaðum 13. 9. 1773, har hann gramdi seg um ullarbiddingina, ið vant alt meir upp á seg: summi ferð- aðust oyggj úr oyggj at bidda ull9. Hetta varð uppafturtikið í einum brævi frá løgmanni og sorinskrivara til aðaltollkamarið 5. 11. 177310. Hetta fekk aðaltollkamarið at biðja Bang, settan amtmann yvir Føroyum11, um at fáa viðmerkingar frá kirkju- ligum og borgaraligum embætismonnum í Føroyum12. Samtíðis spurdi aðaltollkamarið W. A. Hansen, fyristøðu- mann fyri føroyska handlinum í Keypmannahavn, um hansara áskoðan. W. A. Hansen hevði ábyrgdina av vørukeypinum og var tí næstur til at kenna vøruveitingarspurningarnar til lítar. Tá ið neyðugt hevði verið í trongtíðum at keypa korn dýrari enn ásett, hevði hann við hvørt sjálvur liðið tap13. 1 svari sínum nevndi W. A. Hansen, at ein høvuðsorsøk til tann stóra korntørvin var, at landbúnaðurin var lagdur á lán, og hetta var aftur orsakað av trotinum á arbeiðisfólki, sum var skapt av »Thorshavns skadelige udvidelse«14. Gjøgnum árini 1774 og 1775 komu til setta amtmannin, Bang, ellivu ummæli og tvey tingsvitni úr Føroyum. Níggju teirra vóru frá prestastættini (prósti, øllum seks prestunum og hjálparprestunum í Eysturoy og Suðuroy). Harumframt kom eitt ummæli frá Vága sýslumanni og eitt felagsummæli frá løgmanni, fúta og skrivara. Hóast ta sannroynd, at teir sjálvir, sum ráddu yvir stórum
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.