Fróðskaparrit - 01.01.1982, Page 57

Fróðskaparrit - 01.01.1982, Page 57
»Beaucoup de bruit pour une aumelette« 65 av samfelagsbroyting voldari av handilspolitikkinum. Fram- tøka samfelagsins fluttist ikki aftur av hesi fyriskipan. Emb- ætismenn í Keypmannahavn hava valla verið førir fyri at sannkenna hetta, men eingin — heldur ikki danska kanselliið — tykist hava givið sær stórvegis far um ummælið frá prest- unum. Tað er eisini at undrast á, at tað ikki í staðin vóru uppi sterkari hugsanir um at hækka kornprísin — tað verður bert nevnt í einari av frágreiðingunum úr Føroyum. Eyðvitað verð- ur hetta ikki grett av fleiri føroyingum, tí øll í Føroyum mundu tapt við tað — men embætismenn í Keypmannahavn kundu tó hugsast heldur at viljað tikið hesa so nógv liðiligaru loysnina. Eisini hetta bendir á, at aðrar loysnir longu vóru útihýstar, tá ið Bang, setti amtmaðurin, skrivaði álit sítt. At hugsanarhátturin soleiðis skorðaðist fastur er at skilja sum ábending um, at embætismenninir í Føroyum áttu kunnleika um føroyska samfelagið, sum embætismenn í Keypmannahavn ikki høvdu lut í, og at tað tí var ilt hjá teimum at skilja frá- greiðingarnar til lítar. Soleiðis kom uppskotið frá løgmanni, fúta og skrivara næstan óbroytt ígjøgnum, og at eingin setti spurnarmerki við tað krav, teir settu um støddina á jarðarlut- unum, er týðandi dømi. Kravið mátti í stóran mun vera met- ingarmál, ikki bert tí at tað í sjálvari fyriskipanini var ikki neyvt framsett, men eisini tí at mørk bert í vissan mun gav mynd av jarðarvirðinum26, og tí at jørðin kundi liggja spjadd í ymsum bygdum og tí í royndum misti virði, sum ikki so sjáldan var27. Tað kom soleiðis at standa til hvønn einstakan prest, hvussu mong loyvi skuldu verða givin í prestagjaldi hansara. I hesum føri vóru sjónarmiðini hjá embætismonnunum í Føroyum í stóran mun tey somu sum hjá embætismonnunum í aðaltollkamarinum, og tann heldur óvandni hugburðurin hjá teimum seinnu er helst at síggja við hesum í huga. Fiaraftur- ímóti eru viðurskiftini millum rentukamar/aðaltollkamar og danska kanselliið í hesum máli eyðkend fyri viðurskiftini yvir- høvur viðvíkjandi føroyskum málum28. Avleiðingarnar av fyriskipanini eru torlýstar, tí ógjørligt er
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.