Fróðskaparrit - 01.01.1982, Síða 66
74
Grindatøl 1584—1640 og 1709—1978
hagtølini yvir grindir í Føroyum á hvørjum ári. Hesi tøl eru
komin beinleiðis £rá sýslumonnunum. Tølini verða kunngjørd
m. a. í International Whaling Statistics, sum verSur útgiviS á
hvørjum áriS av Bureau of International Whaling Statistics,
Sandefjord, Noreg. 011 grindatølini frá 1709 til 1978 eru løgd
inn á databand, og talviSgerS og myndir til hesa grein eru
gjørdar viS datatóli (HP 9830) á StøSisútbúgvingini og Fiski-
rannsóknarstovuni.
BYTISKANNINGAR
Ymiskt hevur veriS, hvussu ár hava roynst til grind, frá
ongari til 23 grindir viS tilsamans 4.325 hvalum í einum ári
(1941). SomuleiSis viS árstíSini, t. d. vóru 10 grindir í 1911 og
allar doySu í august mánaSi, meSan av 14 grindum í 1953
doySi bert tann eina í august. Eisini er ymiskt, hvussu nógvar
grindir eru deySar á ymsum hvalvágum, t. d. eru tilsamans
237 deySar í MiSvági og 7 í ViSvík. Og munur er á grindum;
nakrar ferSir er bert ein hvalur deySur, meSan í eini grind
í Klaksvík í 1729 doySu 1.184 hvalir. Vit fara at lýsa tey
ymisku býtini, royna at vísa á møguligar samanhangir og nema
viS teir tættir, iS kunnu hugsast at hava týdning fyri hesi
viSurskifti. Býtiskanningarnar fara eina mest at fevna um
tíSarskeiSiS 1709—1978, haSani vit hava upplýsingar um allar
grindir í 270 ár á raS. Innímillum verSur nomiS viS grinda-
tølini frá árunum 1584—1640.
Tíðarskeið
I tíSarskeiSinum 1709—1978 doySu 1.443 grindir viS til-
samans 211.878 hvalum, t. e. í miSal 147 hvalir fyri hvørja
grind. Á 1. mynd er avmyndaS taliS á grindum og hvalum á
hvørjum ári í nevnda tíSarskeiSi. 1941 hevur veriS nógv taS
besta grindaáriS nakrantíS og næst kemur 1939 viS 3.203 hval-
um í 15 grindum. 1843 er triSjabesta, tá doySu 3.143 hvalir
t 18 grindum. Seinna helvt av 18. øld var stak vánalig til