Fróðskaparrit - 01.01.1982, Page 84

Fróðskaparrit - 01.01.1982, Page 84
92 Grindatøl 1584—1640 og 1709—1978 Tann tiltikni eldhugin hjá føroyingum, tá hann hoyrir grinda- boð, er kanska viknaður nakað hesi seinnu árini, men hann er ivaleysa vanligur til, at tað altíð er ovmikið av fólki og báti til bæði rakstur og dráp. Fólkavøkstur: Um 1700 verður mett, at á leið 4.000 fólk hava búð í Føroyum. Fólkatalið 1800, 1850, 1900 og 1950 var ávikavist umleið 5, 8, 15 og 32 túsund. Tað er eyðsæð, at henda økingin í fólkatalinum í sjálvum sær hevur økt um møg- uleikan fyri, at ein grind verður sædd. Kortini er tað langt í frá, at lutfalsliga økingin í grindatalinum er eins stór og tann í fólkatalinum; síðani 1600 eru bert nøkur fá búpláss komin aftrat, so tað er ikki soleiðis, at hugt hevur verið frá fleiri plássum á lanai, men heldur hevur verið hugt oftari frá somu plássum. Tað rættiliga stóra skiftið í hvalvágabýtinum í ymsum tíðar- skeiðum (7. og 8. mynd) kann ikki vísast at hava samband við fólkavøksturin; lutfalsliga økingin í fólkatalinum hevur yvir- høvur verið eins í ymsum pørtum av landinum. Broytingar í vinnumynstri: 1 17. og 18. øld vóru Føroyar eitt bóndasamfelag í stillstøðu; høvuðsútflutningurin var ullar- vørur, og fiskað varð at kalla bert til egið brúk. f fyrru helvt av 19. øld kom broyting í, fiskivinnan fekk vaksandi týdning og um 1900 var meginparturin av útflutninginum fiskur. Hetta umskifti førdi m. a. við sær, at báta- og skipatalið øktist nógv hesi árini, og tann økta siglingin kring oyggjarnar hevur gjørt tað møguligt at sæð fleiri grindir enn frammanundan. Hesi seinastu 10—20 árini er innanoyggja ferðslan bæði á sjógvi og landi nógv økt, og hevur tað eisini havt eina ávirkan; t. d. er komið fyri fleiri ferðir, at ein strandfarabátur hevur funnið grind. Tøknilig framstig: J. C. Svabo (1781—82) skrivar um trot á grindareiðskapi: »Især mærkede jeg den største mangel af disse Lantser (hvalvákn) i Suderøen, ja man skal for ikke længe siden, have havt en Flok inde paa en af denne Øes Bugter, men i Mangel af behørige Vaaben ej kundet dræbe den; Smeden skal da have skyndt sig i Smedien og fik 3 færdige, men imidlertid
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.