Fróðskaparrit - 01.01.1982, Page 85

Fróðskaparrit - 01.01.1982, Page 85
Grindatøl 1584—1640 og 1709—1978 93 undløb Hvalflokken«. Høvuðsorsakirnar hava ivaleyst verið, at fáar grindir eru komnar hendan vegin (tíðarskeið B) og møguligt trot á jarni. Eftir 1800 er tað neyvan komið fyri, at menn ikki hava kunnað dripið grind vegna trot á grindareið- skapi. Fyrsta grindareglugerðin frá 1832 kravdi m. a., at nakrir bátar í hvørjari hvalvág skulu vera útgjørdir til grind. Umframt økingina í bátatalinum í 19. og 20. øld hevur tað havt nógv at siga, at veiðiførini fingu motor ísettan. Fyrst teir sonevndu »motorarnir« (10—15 tons) umleið 1910—20 og seinni maskinbátarnir seinast í 1920-árunum. Serliga tá grind varð funnin langt úr landi, var tað góð hjálp við maskinbátum til sjálvan raksturin, í drápinum vóru hesir bátar tó ikki við. Tá grind verður sædd, er tað umráðandi at boða frá sum skjótast, skal hon ikki sleppa. Aftur í 17. øld vita vit um, at boðað varð frá grind við at glaða (grindaglaða). Svabo nevnir, at teir høvdu upp á mastur, tá bátur sá grind. Fyrsta telefon- sambandið millum bygdir kom í 1905—06, og í 1925 vóru bert einstøk pláss, har eingin telefon var. Eyðsæð er, at hesin samskiftisháttur hevur gjørt tað munandi lættari at senda grindaboð millum bygdir. Somuleiðis á sjónum, tá fyrstu skip- ini fingu radiotelefon beint eftir seinna heimsbardaga og eisini tey smærru førini nakað seinni. Frammanundan hendi tað seg fleiri ferðir, at bátur lá við grind, fekk ikki givið boð frá sær og mátti at enda rýma frá grindini fyri veður ella myrkur. Ávirkanir av náttúruávum Hesir tættir býtast í tveir bólkar: teir, ið ávirka veiðinøgd- ina óbeinleiðis og teir, ið ávirka sjálvan grindastovnin (ella -stovnarnar), so sum samanseting og ferðing. Óbeinleiðis verð- ur her at skilja sum nátúrligu umstøðurnar, ið ávirka møgu- leikan hjá fólki at síggja ella reka grind (veiðimøguleikar). Við tí er ikki sagt, at umstøðurnar, ið verða nevndar í seinna bólk- inum hava beinleiðis ávirkan — til tess er ov lítil greiða fingin á teimum spurningunum. Ávirkan á veiðimøguleikarnar: Stytsta og longsta dag í ár-
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.