Dúgvan - 01.12.1941, Qupperneq 4
100
DÚGVAN
„Lyftið,“ tók hann uppaftur, „hvat fyri lyfti ?“
Jú, hann mintist nógv lyfti, men tíverri hevði hann ikki
hildið nakað av teimum. Við vilja vóru tey burturgoymd —
og síðani gloymd.
„Lyftið, ið tú gavst móðir tíni,“ hoyrdi hann røddina
siga. „Og øll tey lyfti, ið tú gavst tær sjálvum, minnist
tú tey?“
Iiann royndi at sláa hetta upp í háð, og flenti. „Tílíkt
barnatvætl dugir ikki, tá ið ein kemur út í lívið.“
„Hvat livur tú fyri? Hvørji mál hevur tú sett tær her í
lívinum? Hvussu nýtir tú tína tíð?“
„Eg livi sum hinir ungu menninir,“ svaraði Andrass
treiskur. Eg eri ikki verri enn hinir av mínum javnaldrum.
Tá ið ein er ungur, skal ein ikki livað sum eitt gamalt
menniskja.“
„Veitst tú ikki, at tú við slíkum villum lívi oyðir títt
likam og styttir títt lív? Við tínum ringa fyridømi fært tú
aðrar ungar menn út í henda ábyrgđarleysa meldur, har tú
sjálvur ert staddur. Og hvønn dag ið fer, savnar tú brenni
til tann elđ, ið einaferð skal kola tína sál!
Minst til, at tann đagur óvíkiliga skal koma, tá ið hvør
einstakur skal fáa løn fyri tað, ið hann hevur gjørt, og løn
syndanna er deyðin.“
Tey seinastu orðini ljóðaðu so hóttandi. Andrass kendi
seg sekan, tí klagan var sonn. Kaldasveittin sprýkti fram.
011 hin farna tíðin stóð nú so ljóslivanđi fyri honum, og
minnini komu fram, hvørt aftaná annað.
Samvitskan var vaknað. . .
Hann mintist aftur á barnaheimið, eitt lítið og hugnaligt
heim, hin lítla, vakra blómugarðin við alskyns undirføgrum
blómum. Hann mintist hvussu mangan hann hevði staðið í
hesum vakra garði og bíða eftir faðiri sínum.
Jú, hann mintist tað alt. Hvussu mangan hann sum
smádrongur hevði sitið á knøðunum hjá móðir síni og biðið
kvøldbønina, sum hon, umframt mangt annað gott, hevði
lært hann.