Dúgvan - 01.12.1941, Page 4

Dúgvan - 01.12.1941, Page 4
100 DÚGVAN „Lyftið,“ tók hann uppaftur, „hvat fyri lyfti ?“ Jú, hann mintist nógv lyfti, men tíverri hevði hann ikki hildið nakað av teimum. Við vilja vóru tey burturgoymd — og síðani gloymd. „Lyftið, ið tú gavst móðir tíni,“ hoyrdi hann røddina siga. „Og øll tey lyfti, ið tú gavst tær sjálvum, minnist tú tey?“ Iiann royndi at sláa hetta upp í háð, og flenti. „Tílíkt barnatvætl dugir ikki, tá ið ein kemur út í lívið.“ „Hvat livur tú fyri? Hvørji mál hevur tú sett tær her í lívinum? Hvussu nýtir tú tína tíð?“ „Eg livi sum hinir ungu menninir,“ svaraði Andrass treiskur. Eg eri ikki verri enn hinir av mínum javnaldrum. Tá ið ein er ungur, skal ein ikki livað sum eitt gamalt menniskja.“ „Veitst tú ikki, at tú við slíkum villum lívi oyðir títt likam og styttir títt lív? Við tínum ringa fyridømi fært tú aðrar ungar menn út í henda ábyrgđarleysa meldur, har tú sjálvur ert staddur. Og hvønn dag ið fer, savnar tú brenni til tann elđ, ið einaferð skal kola tína sál! Minst til, at tann đagur óvíkiliga skal koma, tá ið hvør einstakur skal fáa løn fyri tað, ið hann hevur gjørt, og løn syndanna er deyðin.“ Tey seinastu orðini ljóðaðu so hóttandi. Andrass kendi seg sekan, tí klagan var sonn. Kaldasveittin sprýkti fram. 011 hin farna tíðin stóð nú so ljóslivanđi fyri honum, og minnini komu fram, hvørt aftaná annað. Samvitskan var vaknað. . . Hann mintist aftur á barnaheimið, eitt lítið og hugnaligt heim, hin lítla, vakra blómugarðin við alskyns undirføgrum blómum. Hann mintist hvussu mangan hann hevði staðið í hesum vakra garði og bíða eftir faðiri sínum. Jú, hann mintist tað alt. Hvussu mangan hann sum smádrongur hevði sitið á knøðunum hjá móðir síni og biðið kvøldbønina, sum hon, umframt mangt annað gott, hevði lært hann.

x

Dúgvan

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.