Dúgvan - 01.12.1941, Síða 6

Dúgvan - 01.12.1941, Síða 6
SÍMUN O G SIGRID - O G TÓRSTEIN Eftir Jákwp Emil Iíansen, Lorvík. Símun og Sigrid vóru glað yvir, at tey høvdu fingið sítt egna heim. Símun hevði siglt í mong ár við útlendskum skipum. í fyrstani var lønin lítil, men hjá honum sum hjá so mongum øðrum Føroyingum, ið royna at koma sær nakað fram, galt tað um at leggja sær nær. Og Símun legði sær ógviliga nær í øllum førum. So skjótt hann hevði vunnið so mikið, fór hann at læra til stýrmann. Tað gekk sera væl og hann fekk frálíka gott stýrmannsprógv —. og hetta var hann fegin um. Áðrenn hann var farin at læra, hevði skiparin hann hevði siglt við, lovað at hjálpt honum við at fáa kans sum stýrmaður, tá ið hann hevði fingið prógvið — og soleiðis var eisini. Tá ið Danmark varð hertikið 9. apríl 1940, var skipið, ið Símun var stýrmaður á, statt í Amerika og fekk ikki loyvi at fara heimaftur til Danmarkar. Símun fór at hugsa um at sleppa sær heimaftur til Føroyar. Illa tóktist at bera til at sleppa heim. Men so vildi tað so væl til, at henn slapp til íslands við einum íslendskum farmaskipi. Og nakrar dagar aftaná at hann var komin til Raykjavíkar, slapp hann heim til Føroyar við einari slupp, ið hevði verið í íslandi og keypt fisk. Sigriđ var glað tá ið Símun kom inn. Hon stóð og gjørdi fiskaknettir, tá ið Símun kom oman gjøgnum bøðin. Hon kendi hann meðan hann enn var langt burtur, men vildi illa

x

Dúgvan

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.