Dúgvan - 01.12.1941, Page 6
SÍMUN O G SIGRID
- O G TÓRSTEIN
Eftir Jákwp Emil Iíansen, Lorvík.
Símun og Sigrid vóru glað yvir, at tey høvdu fingið sítt
egna heim. Símun hevði siglt í mong ár við útlendskum
skipum. í fyrstani var lønin lítil, men hjá honum sum hjá
so mongum øðrum Føroyingum, ið royna at koma sær nakað
fram, galt tað um at leggja sær nær. Og Símun legði sær
ógviliga nær í øllum førum. So skjótt hann hevði vunnið so
mikið, fór hann at læra til stýrmann. Tað gekk sera væl og
hann fekk frálíka gott stýrmannsprógv —. og hetta var hann
fegin um.
Áðrenn hann var farin at læra, hevði skiparin hann
hevði siglt við, lovað at hjálpt honum við at fáa kans sum
stýrmaður, tá ið hann hevði fingið prógvið — og soleiðis
var eisini.
Tá ið Danmark varð hertikið 9. apríl 1940, var skipið, ið
Símun var stýrmaður á, statt í Amerika og fekk ikki loyvi
at fara heimaftur til Danmarkar. Símun fór at hugsa um at
sleppa sær heimaftur til Føroyar. Illa tóktist at bera til at
sleppa heim. Men so vildi tað so væl til, at henn slapp til
íslands við einum íslendskum farmaskipi. Og nakrar dagar
aftaná at hann var komin til Raykjavíkar, slapp hann heim
til Føroyar við einari slupp, ið hevði verið í íslandi og
keypt fisk.
Sigriđ var glað tá ið Símun kom inn. Hon stóð og gjørdi
fiskaknettir, tá ið Símun kom oman gjøgnum bøðin. Hon
kendi hann meðan hann enn var langt burtur, men vildi illa