Dúgvan - 01.12.1941, Blaðsíða 9
DÚGVAN
105
leiðis, sum hann gekk. Einaferð fór hon úr ringinum, tá ið
hon sá Gunhild standa einsamalla, og fór yvir til hennara og
bað hana lialda sær til góðar, at hon kom soleiðis til henn-
ara: „Góða Gunhild, sig við Tórstein, at hann má ikki drekka
meira fyri mína skyld!“
Tá ið so brúdleypið var yvirstaðið og alt aftur gekk sína
vanligu gongd, var Sigrid hin einasta, ið ikki var glað. Tað,
at Gunhild og Tórstein hildu saman, sá hon, og tað đámdi
henni væl, tí betur gentu kundi hon ikki hugsað Tórsteini
at fingið. Tórstein, sum nú búði hjá hjá henni, var altíð
meira og minni drukkin, tá ið hann kom tii hús, og hetta
dámdi henni illa.
Beint aftaná jólini fór Gunhild aftur til heimbygd sína.
Hon hevði fingið boð um, at móður hennara var vorðin sjúk,
og so mátti hon fara at hjálpa pápanum.
Tórstein hevði sagt við Sigrid, at hann ætlaði sær at
fara at vitja gentuna á føstulávint. Og soleiðis var eisini.
Føstulávintsleygardag sendi Tórstein telefonboð eftir Gun-
hild, at siga henni frá, at hann kom um kvøldið. Hetta hevði
Gunhiid eisini væntað, tí hetta var ein avgerð teirra millum,
tá ið tey skiltust seinast. Men Sigrid, sum visti hvussu vátur,
ið Tórstein varð vorðin hesa seinastu tíðina, bar ótta fyri
hesari ferð. Hon visti, at Tórstein hevði fingið væl av brenni-
víni frá Símuni seinastu ferð, ið hann var komin úr Bret-
landi, og hon hevði sæð hann lagt eina fløsku niður í kuff-
ertið, hann skuldi hava við sær.
Sum dagurin leið. sá Sigrid, at Tórstein var farin at
kenna meira og meira til, og hon segði tí við hann, at tað
var skomm at koma drukkin at vitja gentuna. Men Tórstein,
sum allir aðrir brennivínsmenn, helt seg heldur vera betri
mann, nú hann kendi væl til.
í skýmingini fór Tórstein til gongu, og hann var ikki
heilt tíðliga á veg, tí við vanligari gongd var tað 2 tímar at
ganga um skarðið, og ikki var tað gott at ganga helđur.
Haraftrat kom at myrkt var á kvøldið.
Sigrid sat við vindeygað við faldaðum hondum, tá ið