Dúgvan - 01.12.1941, Qupperneq 9

Dúgvan - 01.12.1941, Qupperneq 9
DÚGVAN 105 leiðis, sum hann gekk. Einaferð fór hon úr ringinum, tá ið hon sá Gunhild standa einsamalla, og fór yvir til hennara og bað hana lialda sær til góðar, at hon kom soleiðis til henn- ara: „Góða Gunhild, sig við Tórstein, at hann má ikki drekka meira fyri mína skyld!“ Tá ið so brúdleypið var yvirstaðið og alt aftur gekk sína vanligu gongd, var Sigrid hin einasta, ið ikki var glað. Tað, at Gunhild og Tórstein hildu saman, sá hon, og tað đámdi henni væl, tí betur gentu kundi hon ikki hugsað Tórsteini at fingið. Tórstein, sum nú búði hjá hjá henni, var altíð meira og minni drukkin, tá ið hann kom tii hús, og hetta dámdi henni illa. Beint aftaná jólini fór Gunhild aftur til heimbygd sína. Hon hevði fingið boð um, at móður hennara var vorðin sjúk, og so mátti hon fara at hjálpa pápanum. Tórstein hevði sagt við Sigrid, at hann ætlaði sær at fara at vitja gentuna á føstulávint. Og soleiðis var eisini. Føstulávintsleygardag sendi Tórstein telefonboð eftir Gun- hild, at siga henni frá, at hann kom um kvøldið. Hetta hevði Gunhiid eisini væntað, tí hetta var ein avgerð teirra millum, tá ið tey skiltust seinast. Men Sigrid, sum visti hvussu vátur, ið Tórstein varð vorðin hesa seinastu tíðina, bar ótta fyri hesari ferð. Hon visti, at Tórstein hevði fingið væl av brenni- víni frá Símuni seinastu ferð, ið hann var komin úr Bret- landi, og hon hevði sæð hann lagt eina fløsku niður í kuff- ertið, hann skuldi hava við sær. Sum dagurin leið. sá Sigrid, at Tórstein var farin at kenna meira og meira til, og hon segði tí við hann, at tað var skomm at koma drukkin at vitja gentuna. Men Tórstein, sum allir aðrir brennivínsmenn, helt seg heldur vera betri mann, nú hann kendi væl til. í skýmingini fór Tórstein til gongu, og hann var ikki heilt tíðliga á veg, tí við vanligari gongd var tað 2 tímar at ganga um skarðið, og ikki var tað gott at ganga helđur. Haraftrat kom at myrkt var á kvøldið. Sigrid sat við vindeygað við faldaðum hondum, tá ið
Qupperneq 1
Qupperneq 2
Qupperneq 3
Qupperneq 4
Qupperneq 5
Qupperneq 6
Qupperneq 7
Qupperneq 8
Qupperneq 9
Qupperneq 10
Qupperneq 11
Qupperneq 12
Qupperneq 13
Qupperneq 14
Qupperneq 15
Qupperneq 16
Qupperneq 17
Qupperneq 18
Qupperneq 19
Qupperneq 20
Qupperneq 21
Qupperneq 22
Qupperneq 23
Qupperneq 24
Qupperneq 25
Qupperneq 26
Qupperneq 27
Qupperneq 28
Qupperneq 29
Qupperneq 30
Qupperneq 31
Qupperneq 32
Qupperneq 33
Qupperneq 34
Qupperneq 35
Qupperneq 36
Qupperneq 37
Qupperneq 38
Qupperneq 39
Qupperneq 40
Qupperneq 41
Qupperneq 42
Qupperneq 43
Qupperneq 44
Qupperneq 45
Qupperneq 46
Qupperneq 47
Qupperneq 48
Qupperneq 49
Qupperneq 50
Qupperneq 51
Qupperneq 52
Qupperneq 53
Qupperneq 54
Qupperneq 55
Qupperneq 56
Qupperneq 57
Qupperneq 58
Qupperneq 59
Qupperneq 60
Qupperneq 61
Qupperneq 62
Qupperneq 63
Qupperneq 64

x

Dúgvan

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.