Dúgvan - 01.12.1941, Side 13
DÚGVAN
109
8. Vit hoyra, at brennivínsmenn hava góða heilsu.
Hvussu ber tað tá til, at lívstryggingarfeløg vanliga
geva fráhaldsmonnum avslátt við innlimunargjaldi ?
9. Vit hoyra, at tað er vandi við knappliga at halda upp
at njóta rúsdrekka.
Um so er, hví doyggja so fáir drankarar í fanga-
typpum, tí har fáa teir einki at drekka?
10. Vit hoyra, at rúsdrekka gevur gleði.
Er ikki gleðin útihýst í øllum drankaraheimum ?
Einans vónloysi eftir.
t
11. Vit hoyra, at rúsdrekka gevur áræði og sjálvdirvi.
Tá ið drukkin maður hevur gjørt eitthvørt arbeiði,
ella verri, eina vanlukku, so siga øll: „Hann var jú
drukkin“. Hvar er so dygdin í tí sjálvdirvi og áræði
hann hevði?
12. Vit hoyra, at teir flestu ið drekka. gera tað við máta.
Hvussu mátað teir, tá ið teir drekka við máta? Eitt
stenđur í hvussu er hellufast, og tað er, at teir flestu,
ið drekka „við máta“, fara sum drankarar í grøvina.
— Illa var mátað!
Tað hevði verið gott, um tey ið sóu hesar
spurningar, hugsaðu eitt sindur um teir.