Dúgvan - 01.12.1941, Page 13

Dúgvan - 01.12.1941, Page 13
DÚGVAN 109 8. Vit hoyra, at brennivínsmenn hava góða heilsu. Hvussu ber tað tá til, at lívstryggingarfeløg vanliga geva fráhaldsmonnum avslátt við innlimunargjaldi ? 9. Vit hoyra, at tað er vandi við knappliga at halda upp at njóta rúsdrekka. Um so er, hví doyggja so fáir drankarar í fanga- typpum, tí har fáa teir einki at drekka? 10. Vit hoyra, at rúsdrekka gevur gleði. Er ikki gleðin útihýst í øllum drankaraheimum ? Einans vónloysi eftir. t 11. Vit hoyra, at rúsdrekka gevur áræði og sjálvdirvi. Tá ið drukkin maður hevur gjørt eitthvørt arbeiði, ella verri, eina vanlukku, so siga øll: „Hann var jú drukkin“. Hvar er so dygdin í tí sjálvdirvi og áræði hann hevði? 12. Vit hoyra, at teir flestu ið drekka. gera tað við máta. Hvussu mátað teir, tá ið teir drekka við máta? Eitt stenđur í hvussu er hellufast, og tað er, at teir flestu, ið drekka „við máta“, fara sum drankarar í grøvina. — Illa var mátað! Tað hevði verið gott, um tey ið sóu hesar spurningar, hugsaðu eitt sindur um teir.

x

Dúgvan

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.