Dúgvan - 01.12.1941, Page 23

Dúgvan - 01.12.1941, Page 23
DÚGVAN 119 „Høsn?“ tók Katrin uppaftur, „nei, hatta er Janus, sum eg skal hava við mær hvørja ferð, ið eg komi higar.“ Og so greiddi hon sakføraranum frá Janusi, ið hon skuldi føða og gøða inntil hann doyði, og um tær 50 krónurnar, ið skuldu falla til tey fátæku í bygdini, tá ið hann doyði. „Men,“ segði hon, „hann livir við besta skili enn, um sakførarin vil síggja hann?“ Sakførarin segði einki, men tók testamentið fram. fór hann at flenna so hjartaliga, og segði við Katrina, at Janus ikki var nevndur við einum orði í testamentinum. Har stóð bert, at hon, Katrin, skuldi hava hundrað krónur um mánaðin. Katrin var bæði málleys og sint, tá ið tað so við og við rann upp fyri lienni, at tað var hin gamli sakførarin, ið hevði hildið hana fyri gjøldur. Hon segði einki; men tó tóktist tað henni eins og hon knappliga var vorðin heldur lættari um hjartað. Hon bað farvæl og fór av stað við kurv- ini undir arminum. Men hon var ikki meira enn komin út fyri dyr, tá ið hon tók lokið oman av kurvini. Janus II. stórleyp upp úr kurv- ini — og Katrin sá hann ongantíð aftur. Katrin raggaði sær til hús við hini tómu kurvini, lættari um hjartað, enn hon hevði verið í mong ár. Sjálvandi skuldi hon nú verið fegin um tíðindini, ið hon hevði fingið, men soleiðis var ikki við Katrini. Tá ið hon kom innar í stovuna hjá sær, knýtti hon báðar nevarnar og kýtti seg saman, meðan hon mutlaði: „IIasin búrhundurin!“ Tað var nú hvørki Janus I. ella Janus II., ið hon hugs- aði um, tá ið hon hetta segði, — men tað var hin gamli sakførarin.

x

Dúgvan

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.