Dúgvan - 01.12.1941, Blaðsíða 23
DÚGVAN
119
„Høsn?“ tók Katrin uppaftur, „nei, hatta er Janus, sum
eg skal hava við mær hvørja ferð, ið eg komi higar.“ Og
so greiddi hon sakføraranum frá Janusi, ið hon skuldi føða
og gøða inntil hann doyði, og um tær 50 krónurnar, ið skuldu
falla til tey fátæku í bygdini, tá ið hann doyði. „Men,“
segði hon, „hann livir við besta skili enn, um sakførarin vil
síggja hann?“
Sakførarin segði einki, men tók testamentið fram. fór
hann at flenna so hjartaliga, og segði við Katrina, at Janus
ikki var nevndur við einum orði í testamentinum. Har stóð
bert, at hon, Katrin, skuldi hava hundrað krónur um mánaðin.
Katrin var bæði málleys og sint, tá ið tað so við og
við rann upp fyri lienni, at tað var hin gamli sakførarin, ið
hevði hildið hana fyri gjøldur. Hon segði einki; men tó
tóktist tað henni eins og hon knappliga var vorðin heldur
lættari um hjartað. Hon bað farvæl og fór av stað við kurv-
ini undir arminum.
Men hon var ikki meira enn komin út fyri dyr, tá ið hon
tók lokið oman av kurvini. Janus II. stórleyp upp úr kurv-
ini — og Katrin sá hann ongantíð aftur.
Katrin raggaði sær til hús við hini tómu kurvini, lættari
um hjartað, enn hon hevði verið í mong ár. Sjálvandi skuldi
hon nú verið fegin um tíðindini, ið hon hevði fingið, men
soleiðis var ikki við Katrini.
Tá ið hon kom innar í stovuna hjá sær, knýtti hon
báðar nevarnar og kýtti seg saman, meðan hon mutlaði:
„IIasin búrhundurin!“
Tað var nú hvørki Janus I. ella Janus II., ið hon hugs-
aði um, tá ið hon hetta segði, — men tað var hin gamli
sakførarin.