Dúgvan - 01.12.1941, Page 24

Dúgvan - 01.12.1941, Page 24
RÚSDREKKAVANDIN Eftir Marthu Hansen, Gøtu. Tað eru av sonnum áivarsom og rámanđi orð, ið frúgv- in Sophie von der Osten nýtur um rúsdrekka, tá ið hon met- ur tað javnt við elđ. Hon sigur: „Ikke kun til Lyst og Gammen kom vor Sag i Stand; gribes Huset først af Flammen, maa der raabes: Brand!“ Eitt tað ræðuligasta, ið ein kann hugsa sær, er eitt heim ið er oytt av eldi. Eitt vakurt, eydnuríkt heim, har ið ágrýtnar hendur gjørdu alt ið gerast kunđi fyri at fáa tað so hugnaligt sum møguligt, er altíð virðismikið — tað veri so stórt ella lítið. Ein dagin kom eldur í, eldurin, sum við síni oyðandi megi tekur alt, ið fyri er. Vakrir málningar og dýrmettar búnyttir týnast og verða til øsku. Eydnast tað ikki í bræði at sløkkja elđin, vil um stutta tíð, sjálvt hitt vakrasta heim liggja í øsku — og bert toftirnar verða eftir. Nýta vit hetta dømi um rúsdrekka og menniskju, so hugsa vit okkum ein frá barnaárunum, tað veri sær drongur ella genta, hvørs faðir og móðir løgdu alla orku teirra í at vinna hitt mesta, lærđu hitt besta tey vistu, og í øllum førum royndu at leggja framtíðarleiðirnar so ljósar sum møguligt. Hesin unglingi kemur í barnaskúlan, at læra tað ið foreldr- inni ikki vóru før fyri at læra hann, so hann skal verða betri búgvin til framtíðarstarv sítt, tá ið hann er vaksin, skai hann líta á egna megi og ganga sínar egnu leiðir. —

x

Dúgvan

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.