Dúgvan - 01.12.1941, Síða 26

Dúgvan - 01.12.1941, Síða 26
HETJAN I BREIÐUVÍK Breiðavík liggur beint úti móti havinum. Landsynning- urin ber beint inn á — og tá er ikki tespiligt at lenđa í Breiðuvík. Bygdin, ið liggur heilt inni í víkini, er lítil. Húsini eru bert fimtan í tali, og í einum av teimum býr Hanus. Bert hann og móðurin eru í húsi. Tey hava einaferð verið fýra, men tað var tá ið pápin livđi og Símun var heima. Og tað var so langt síðani nú. Fyri mongum árum síðani, tað yar meðan Hanus og Símun enn vóru smádreingir, fór pápin til útróðrar sum so mangan áðui — men hann kom ongantíð aftur. Havið, hitt kalda og svikafulla havið, tók hann, sum tað hevur tikið so mangan góðan mann undan honum. Dreingirnir vuksu og komu til inanns. Móðurin royndi alt tað hon kundi, fyri at teir ikki eisini skuldi líða somu lagnu sum pápin. Men havið eigur eina loyndarfutla, dragandi megi á øll- um teim mannasálum ið búgva frammi við sjóvarmálan, og útlongsulin letur seg ikki berja niður. Bæði Hanus og Símun fingu sítt yrkisøki á sjónum, um enn hvør á sín hátt.. Símun fór út í stórheimin at sigla. Hann var tjúgu ára gamal, tá ið hann fór avstað, og síðani var einki frætt aftur frá honum. Hanus hevði eisini hug at koma sær út og síggja fremmand lond, men hann settist aftur, tí at móðurin bønaði og bað hann um ikki at fara. Hann varð tí verandi heima í Breiðuvík. Á landinum tyktist lítið at vera fyri honum, og tí læt hann sær gera ein nýggjan bát. Hetta var eitt ottamannafar og størsti bát-

x

Dúgvan

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.