Dúgvan - 01.12.1941, Side 28

Dúgvan - 01.12.1941, Side 28
124 DÚGVAN báti. Teir samđust tí og drógu bátin úr neystinum. Við níggju monnum fór ottamannafarið hjá Hanusi úr støðni. Hann ið stýrdi noyđđist at skáka út millum boðar og flúrar. Á landi stóð mannamúgvan andaleys og hugdi at hesum hugđjørvu monnum, sum gjørdu eina roynd — við lívinum í veð — fyri at bjarga nøkrum sjómonnum, ið teimum vóru ókunnigir. Væl gekk úteftir. Teir komu út til skipið, og tað var skjótt, at ein av skipsmonnunum, ið hevði ansa sær løgir og var komin niður á dekkið, fekk slongt ein enda við ein- um bjargingarringi yvir til bátin. Skipsmenninir, ið vóru Sviar, komu so niður úr mastr- unum og vórðu síðani ein fyri og annar eftir stjóraðir yvir í bátin. Hetta gekk væl, og soleiðis vórðu otta av manning- ini bjargaðir. Men ein var eftir. Hann sat uppi í stórmastrini. Hann var vorðin so kaldur og máttleysur, at hann orkaði ikki at koma sær niður. Eisini sat hann so stillur, at bátsmenninir ivaðust um hann var á lívi. Báturin fór tí inn við teimum otta monnunum, og tað var ikki meir enn hann fleyt til lanđs, so laðin var hann. Tá ið báturin legði í støðna var Hanus afturkomin, og hann var fremsti maður at hjálpa øllum upp á land. „Fingu tit allar við?“ spurdi hann. „Nei! Ein situr eftir á góðsinum á stórmastrini," varð aftursvarað. „Vit mega bjarga honum eisini,“ segði Hanus, „koma tit við?“ Nei, nú helt eingin seg til at fara útaftur, tí nú var brimið versnað og vinđurin vaksin aftur. Allir vóru á einum máli um, at tað var vágaverk, at fara útaftur einaferð aftrat. „Ja, so farið eg einsamallur!“ segði Hanus. Nú kom hansara gamla móður oman á støðna. Hon bøn- aði og bað hann um ikki at fara. „Minst til, at pápi tín varð verandi har úti, og kanska

x

Dúgvan

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.