Dúgvan - 01.12.1941, Side 28
124
DÚGVAN
báti. Teir samđust tí og drógu bátin úr neystinum.
Við níggju monnum fór ottamannafarið hjá Hanusi úr
støðni. Hann ið stýrdi noyđđist at skáka út millum boðar
og flúrar.
Á landi stóð mannamúgvan andaleys og hugdi at hesum
hugđjørvu monnum, sum gjørdu eina roynd — við lívinum
í veð — fyri at bjarga nøkrum sjómonnum, ið teimum vóru
ókunnigir.
Væl gekk úteftir. Teir komu út til skipið, og tað var
skjótt, at ein av skipsmonnunum, ið hevði ansa sær løgir
og var komin niður á dekkið, fekk slongt ein enda við ein-
um bjargingarringi yvir til bátin.
Skipsmenninir, ið vóru Sviar, komu so niður úr mastr-
unum og vórðu síðani ein fyri og annar eftir stjóraðir yvir
í bátin. Hetta gekk væl, og soleiðis vórðu otta av manning-
ini bjargaðir.
Men ein var eftir. Hann sat uppi í stórmastrini. Hann
var vorðin so kaldur og máttleysur, at hann orkaði ikki at
koma sær niður. Eisini sat hann so stillur, at bátsmenninir
ivaðust um hann var á lívi.
Báturin fór tí inn við teimum otta monnunum, og tað var
ikki meir enn hann fleyt til lanđs, so laðin var hann.
Tá ið báturin legði í støðna var Hanus afturkomin, og
hann var fremsti maður at hjálpa øllum upp á land.
„Fingu tit allar við?“ spurdi hann.
„Nei! Ein situr eftir á góðsinum á stórmastrini," varð
aftursvarað.
„Vit mega bjarga honum eisini,“ segði Hanus, „koma
tit við?“
Nei, nú helt eingin seg til at fara útaftur, tí nú var
brimið versnað og vinđurin vaksin aftur. Allir vóru á einum
máli um, at tað var vágaverk, at fara útaftur einaferð aftrat.
„Ja, so farið eg einsamallur!“ segði Hanus.
Nú kom hansara gamla móður oman á støðna. Hon bøn-
aði og bað hann um ikki at fara.
„Minst til, at pápi tín varð verandi har úti, og kanska