Dúgvan - 01.12.1941, Side 29

Dúgvan - 01.12.1941, Side 29
DÚGVAN 125 beiggi tín eisini. Hugsa um móður tína, Hanus,“ bað hon. „Meira enn um hann har úti — eru tygum vís í, at ikki eisini hann hevur eina móðir?“ Tá tagđi hon og fór tung í huga niðan frá støðni. Hanus spurdi einaferð enn, um eingin vildi koma við sær. Tá lupu fýra ungir menn inn í bátin til hansara. Teir bardu seg út gjøgnum brotini. Nú gekk ikki so skjótt sum á hini fyrru ferðina, tí nú hevði báturin bert hálva manning. Fleiri ferðir stóð við hjá teimum, men teir otaðu seg tó spakuliga úteftir. Teir komu upp á síðuna av skipinum, og fingu fatur í endan, ið nýttur var hina fyrru ferðina. Ikki var talan um at leggja at borði á skipinum, tí so hevði báturin knæsast í stundini. Hanus leyp tí út, togaði seg at skipinum — og tók seg upp á dekkið. Beint tá høgdi afturendin fyrstu ferð á Tvørflesuni. Hanus sá, at nú mátti gerast skjótt av, hann læsti seg upp gjøgnum vantið og upp á góðsið. Hann mundi farið aftur av, tá ið hann sá livør ið tað var ið eftir sat. Tað var Símun, hansara egni bróður, sum sat kaldur og bunđin eftir á góðsinum. Nú høgdi skipið hvørja ferð ein alda kom. Við meira enn ovurhondsmegi bar hann bróðurin niður gjøgnum vantið, og leyp síðani við honum í føvninginum út í hitt froyðandi havið. Báturin róði ímóti teimum, og sterkar hendur tóku teir inn í bátin. Inneftir var róðurin lættari. Hann ið stýrdi hevði bert at ansa eftir at báturin ikki rendi framav aldunum, so nógvur var vindurin. Tá ið teir vóru komnir hálva leiðina inn, sóu teir hitt stóra trímastraða skipið fyri seinastu ferð. So skjótt sorlaðist tað á Tvørflesuni. Tað var eitt sindur enn til lands, tá ið Hanus reistist í bátinum og við gleðirøđd rópti til móður sína inni á landi: „Tað var Símun, ið eftir var, og hann er bjargaður!“ Tað vóru so nógvir menn á lendingini, tá ið báturin

x

Dúgvan

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.