Dúgvan - 01.12.1941, Síða 29
DÚGVAN
125
beiggi tín eisini. Hugsa um móður tína, Hanus,“ bað hon.
„Meira enn um hann har úti — eru tygum vís í, at
ikki eisini hann hevur eina móðir?“
Tá tagđi hon og fór tung í huga niðan frá støðni.
Hanus spurdi einaferð enn, um eingin vildi koma við
sær. Tá lupu fýra ungir menn inn í bátin til hansara.
Teir bardu seg út gjøgnum brotini. Nú gekk ikki so
skjótt sum á hini fyrru ferðina, tí nú hevði báturin bert
hálva manning. Fleiri ferðir stóð við hjá teimum, men teir
otaðu seg tó spakuliga úteftir.
Teir komu upp á síðuna av skipinum, og fingu fatur í
endan, ið nýttur var hina fyrru ferðina.
Ikki var talan um at leggja at borði á skipinum, tí so
hevði báturin knæsast í stundini. Hanus leyp tí út, togaði
seg at skipinum — og tók seg upp á dekkið.
Beint tá høgdi afturendin fyrstu ferð á Tvørflesuni.
Hanus sá, at nú mátti gerast skjótt av, hann læsti seg upp
gjøgnum vantið og upp á góðsið. Hann mundi farið aftur
av, tá ið hann sá livør ið tað var ið eftir sat. Tað var Símun,
hansara egni bróður, sum sat kaldur og bunđin eftir á
góðsinum.
Nú høgdi skipið hvørja ferð ein alda kom. Við meira
enn ovurhondsmegi bar hann bróðurin niður gjøgnum vantið,
og leyp síðani við honum í føvninginum út í hitt froyðandi
havið. Báturin róði ímóti teimum, og sterkar hendur tóku
teir inn í bátin.
Inneftir var róðurin lættari. Hann ið stýrdi hevði bert
at ansa eftir at báturin ikki rendi framav aldunum, so nógvur
var vindurin.
Tá ið teir vóru komnir hálva leiðina inn, sóu teir hitt
stóra trímastraða skipið fyri seinastu ferð. So skjótt sorlaðist
tað á Tvørflesuni.
Tað var eitt sindur enn til lands, tá ið Hanus reistist í
bátinum og við gleðirøđd rópti til móður sína inni á landi:
„Tað var Símun, ið eftir var, og hann er bjargaður!“
Tað vóru so nógvir menn á lendingini, tá ið báturin