Dúgvan - 01.12.1941, Side 31

Dúgvan - 01.12.1941, Side 31
EIN SAMFELAGSSPURNINGUR • Eftir Edgar Højgaard. Spurningar, størri og smærri, koma fram fyri okkum dag og dagliga. Tað eru altíð nøkur menniskjur, ið geva hesum spurningum gætur, tey duga at síggja hvat ið gagnar menniskjum best, og tey royna at liva lív sítt hareftir. Tað eru tíverri onnur fólk, ið ongan ans hava fyri slík- um spurningum, teirra áhugi er fyri øllum øðrum, enn teim- um spurningum, sum gagna samfelagnum. Fráhaldsspurninginum eiga øll at geva gætur. Arbeiðið fyri fráhaldinum, so væl sum fyri øllum góðum, er eitt arbeiðið, ið ofta fær mótstøðu, og tað krevur tí ofta og títt ein sterkan vilja, fyri ikki at falla frá á hálvari leið. 011 hava vit fingið ein frían vilja. Ein frían vilja til at velja ímillum hvussu okkara lagna skal verða her í lívinum. Tí ræður um at velja beint fyri lagnuni. Eingin kann tvinga ein til at taka eina aðra støðu enn hana, ið ein velur sær sjálvum. Um bert viljin er sterkur, kann ein halda seg burtur frá øllum vandum. Men tað krevur eisini ein stál- settan vilja. Tað eru tíverri nógvir, ið ikki hava greitt at koma sær undan vandanum. Viljin var ov veikur, og tí fór alt av skriðini fyri teimum. Mín áskoðan er, at hvørt rætthugsandi menniskja eigur at vera við í stríðnum inóti rúsdrekkaóskilinum. Vit, ið kenna okkara ábyrgd móti samfelagnum, liava tikið okkum saman í feløg, fyri at gera nakað munagott, fráhaldsmálinum til frama,

x

Dúgvan

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.