Dúgvan - 01.12.1941, Qupperneq 31
EIN SAMFELAGSSPURNINGUR
• Eftir Edgar Højgaard.
Spurningar, størri og smærri, koma fram fyri okkum
dag og dagliga. Tað eru altíð nøkur menniskjur, ið geva
hesum spurningum gætur, tey duga at síggja hvat ið gagnar
menniskjum best, og tey royna at liva lív sítt hareftir.
Tað eru tíverri onnur fólk, ið ongan ans hava fyri slík-
um spurningum, teirra áhugi er fyri øllum øðrum, enn teim-
um spurningum, sum gagna samfelagnum.
Fráhaldsspurninginum eiga øll at geva gætur. Arbeiðið
fyri fráhaldinum, so væl sum fyri øllum góðum, er eitt
arbeiðið, ið ofta fær mótstøðu, og tað krevur tí ofta og títt
ein sterkan vilja, fyri ikki at falla frá á hálvari leið.
011 hava vit fingið ein frían vilja. Ein frían vilja til at
velja ímillum hvussu okkara lagna skal verða her í lívinum.
Tí ræður um at velja beint fyri lagnuni. Eingin kann
tvinga ein til at taka eina aðra støðu enn hana, ið ein velur
sær sjálvum. Um bert viljin er sterkur, kann ein halda seg
burtur frá øllum vandum. Men tað krevur eisini ein stál-
settan vilja.
Tað eru tíverri nógvir, ið ikki hava greitt at koma sær
undan vandanum. Viljin var ov veikur, og tí fór alt av
skriðini fyri teimum.
Mín áskoðan er, at hvørt rætthugsandi menniskja eigur
at vera við í stríðnum inóti rúsdrekkaóskilinum. Vit, ið kenna
okkara ábyrgd móti samfelagnum, liava tikið okkum saman
í feløg, fyri at gera nakað munagott, fráhaldsmálinum til
frama,