Dúgvan - 01.12.1941, Side 33
LANDASTROKIÐ
Hann fekk einki annað navn frá fólkið yvirhøvur enn
Niklas Landastrok. Ilann var eisini vorðin lcendur um ailar
oyggjarnar, soleiðis sum hann hevði ferðast alia ævi sína.
Tað vildi verið synd at sagt um hann, at hann varð støðu-
fastir; sjáldan gisti hann meira enn eina nátt í hvørjari bygd.
Men hansara stóra sorg var, at hann ikki enn hevði
vitja Vesturoy. Hann hevði hoyrt um tann óføra stóra blíð-
skap, ið varð sýnđur øllum fremmandafólki, ið komu til
hesa oyggj.
Tað var aldri langt millum hugsan og gerð hjá Niklasi.
Hann savnaði pjøkar sínar saman og fór avstað. Men —
hann ferðaðist bert á bíligasta hátt. Hann fór úr Havnini
ein mánamorgun — til gongu sjálvandi. Niðaneftir Sunds-
vegnum fór hann. Komin niðan móti Kallanesi kom hann í
tankar um, at har var tað Kalbaksmenn kallaðu, tá teirvildu
hava bát um fjørðin. „Gott Eunnið uppá“, tonkti hann við
sær sjálvum, „tað er jú ein lang leið at ganga, fyrst at fara
inn á botnin og síðani útaftur hinumegin.“ Hann gav seg tí
al kalla av allari megi.
Leingi var áðrenn hann sá nakað lívstekin hinu megin.
Men so komu nakrir gainlir menn í eygsjón. Teir prátaðu
sainan um hvør ið hasin mundi vera, sum kallaði, Kalbaks-
maður var hann ikki, tað hoyrdi teir. Teir komu ásamt um,
at teir skuldi fara eftir honum. Bátur varð drigin úr neystin-
um og so yvir um.
Teir vóru ikki blíðir, tá teir sóu, at tað var Niklas, ið
kallað hevði. Nú høvdu teir róð so ofta yvirum eftir hesum