Dúgvan - 01.12.1941, Page 33

Dúgvan - 01.12.1941, Page 33
LANDASTROKIÐ Hann fekk einki annað navn frá fólkið yvirhøvur enn Niklas Landastrok. Ilann var eisini vorðin lcendur um ailar oyggjarnar, soleiðis sum hann hevði ferðast alia ævi sína. Tað vildi verið synd at sagt um hann, at hann varð støðu- fastir; sjáldan gisti hann meira enn eina nátt í hvørjari bygd. Men hansara stóra sorg var, at hann ikki enn hevði vitja Vesturoy. Hann hevði hoyrt um tann óføra stóra blíð- skap, ið varð sýnđur øllum fremmandafólki, ið komu til hesa oyggj. Tað var aldri langt millum hugsan og gerð hjá Niklasi. Hann savnaði pjøkar sínar saman og fór avstað. Men — hann ferðaðist bert á bíligasta hátt. Hann fór úr Havnini ein mánamorgun — til gongu sjálvandi. Niðaneftir Sunds- vegnum fór hann. Komin niðan móti Kallanesi kom hann í tankar um, at har var tað Kalbaksmenn kallaðu, tá teirvildu hava bát um fjørðin. „Gott Eunnið uppá“, tonkti hann við sær sjálvum, „tað er jú ein lang leið at ganga, fyrst at fara inn á botnin og síðani útaftur hinumegin.“ Hann gav seg tí al kalla av allari megi. Leingi var áðrenn hann sá nakað lívstekin hinu megin. Men so komu nakrir gainlir menn í eygsjón. Teir prátaðu sainan um hvør ið hasin mundi vera, sum kallaði, Kalbaks- maður var hann ikki, tað hoyrdi teir. Teir komu ásamt um, at teir skuldi fara eftir honum. Bátur varð drigin úr neystin- um og so yvir um. Teir vóru ikki blíðir, tá teir sóu, at tað var Niklas, ið kallað hevði. Nú høvdu teir róð so ofta yvirum eftir hesum

x

Dúgvan

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.