Dúgvan - 01.12.1941, Page 36

Dúgvan - 01.12.1941, Page 36
182 DÚGVAN „Jú, tað var tað! — Men eg sigi tygum við tað sama, pening havi eg ongan, tí eg havi mist pungin hjá mær burtur.“ „Mist? .. . Tað var spell . . . Tygum vilja hava nakað at eta. Vit hava tíverri einki etandi í húsinum.“ Niklas hugai upp, og so sendi hann Hanusi eitt so óhugnaligt eygnakast, at hann angraði tað hann hevði sagt. „Støðga mær eitt sindur. Eg skal spyrja Malenu, um ikki ein turr breyðflýs man vera eftir.“ Hann fór upp á loftið og greiddi konuni frá tí ið vur hent. Hann helt, at tað var spinnandi galið, at gesturin bleiv óður, serliga nú tá ið húskallurin ikki var heima. Ein kundi jú aldri vita . . . Malena østist upp av illsinni og kallaði hann fyri eina haru. Nei, hann skuldi oman aftur og siga at einki var. Rystanđi fór hann oman gjøgnum trappurnar. Hann segði við gestin, at tað var so sørt fyri mat í húsinum, at tað var ikki so mikið sum ein turr breyðskorpa at bjóða fram. Gesturin reistist óður og fór so at ganga aftur og fram eftir gólvinum við ørmunum krosslagdum, meðan Hanus stóð í einum króki og rysti. „Gott, so geri eg tað sum pápi mín einaferð gjørdi, tá hann var úti fyri tí sama, sum eg nú.“ Hanus bliknaði, og segði so: „Tá ið nú einki er, so kann eg einki bjóða.“ „So kunnu tygum fáa fatur á tí í tí nærmastu bygdini. Um tygum ikki geva mær nakað at eta, so geri eg sum pápi mín gjørdi..." „Ná, ná, blív nú ikki óður“, segði Hanus, „eg skal fara einaferð enn og spyrja hina gomlu, um ikki okkurt man vera“. Gesturin rópti aftaná Hanusi: „Tað skal vera nakað, ið smæðkar væl, tí tá ið eg skal hava eina ringa náttalegu, vil eg hava okkurt gott til nátturða.“ Hanus segði Malenu frá, hvussu óður hin loynđarfulli gesturin nú var. Bert hann tó visti, hvat ið pápi hansara

x

Dúgvan

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.