Dúgvan - 01.12.1941, Page 36
182
DÚGVAN
„Jú, tað var tað! — Men eg sigi tygum við tað sama,
pening havi eg ongan, tí eg havi mist pungin hjá mær
burtur.“
„Mist? .. . Tað var spell . . . Tygum vilja hava nakað at
eta. Vit hava tíverri einki etandi í húsinum.“
Niklas hugai upp, og so sendi hann Hanusi eitt so
óhugnaligt eygnakast, at hann angraði tað hann hevði sagt.
„Støðga mær eitt sindur. Eg skal spyrja Malenu, um
ikki ein turr breyðflýs man vera eftir.“
Hann fór upp á loftið og greiddi konuni frá tí ið vur
hent. Hann helt, at tað var spinnandi galið, at gesturin bleiv
óður, serliga nú tá ið húskallurin ikki var heima. Ein kundi
jú aldri vita . . .
Malena østist upp av illsinni og kallaði hann fyri eina
haru. Nei, hann skuldi oman aftur og siga at einki var.
Rystanđi fór hann oman gjøgnum trappurnar. Hann
segði við gestin, at tað var so sørt fyri mat í húsinum, at
tað var ikki so mikið sum ein turr breyðskorpa at bjóða
fram.
Gesturin reistist óður og fór so at ganga aftur og fram
eftir gólvinum við ørmunum krosslagdum, meðan Hanus stóð
í einum króki og rysti.
„Gott, so geri eg tað sum pápi mín einaferð gjørdi, tá
hann var úti fyri tí sama, sum eg nú.“
Hanus bliknaði, og segði so: „Tá ið nú einki er, so
kann eg einki bjóða.“
„So kunnu tygum fáa fatur á tí í tí nærmastu bygdini.
Um tygum ikki geva mær nakað at eta, so geri eg sum
pápi mín gjørdi..."
„Ná, ná, blív nú ikki óður“, segði Hanus, „eg skal fara
einaferð enn og spyrja hina gomlu, um ikki okkurt man vera“.
Gesturin rópti aftaná Hanusi: „Tað skal vera nakað, ið
smæðkar væl, tí tá ið eg skal hava eina ringa náttalegu,
vil eg hava okkurt gott til nátturða.“
Hanus segði Malenu frá, hvussu óður hin loynđarfulli
gesturin nú var. Bert hann tó visti, hvat ið pápi hansara