Dúgvan - 01.12.1941, Blaðsíða 38

Dúgvan - 01.12.1941, Blaðsíða 38
134 DÚGVAN eg, at tygum gott kunna siga mær, hvat ið tað var, ið pápi tygara gjørdi hina ferðina, tá hann á gistingarhúsinum einki fekk at eta . . „Tygum nýttist bert at havt reist spurningin eitt sindur fyrri, so skuldi eg havt svara beinan vegin. Gev gætur: Pápi mín fór fyri mongum árum síðani, á hávetri var tað, eina ferð norð eftir oyggj. Meðan hann soleiðis gekk norðeftir, kom náttin knappliga á hann. Hann noyddist at leita sær hús upp, og so kom hann til eitt gistingarbús, ið stóð tætt við gøtuna . . . .“ Niklas lielt uppat við frágreiðingini, hugsaði seg um eina lítla løtu, so helt hann áfram: „Hav mær til góðar, Hanus, eg eri so móður nú, — í morgin tíðliga skulu tyg- um fáa hina helvtina av søguni“. Hanus visti nú væl, at tað var til onga nyttu at spyrja meir, hann fór í song. Hvørki hann ella Malena fingu svøvn í eyguni alla náttina, so forvitin vóru tey eftir at fáa endan á søguni. Endiliga kom lýsingin. Hanus fór úr songini og oman í stovuna, hvar hann vakti gestin. Niklas reisti seg upp á gólvinum, fór og vaskaði sær, og bað síðani um morgum- drekka. Hetta fekk hann, og hann fór síðani yvir til útdyrn- ar, men so steðgaði hann á, og segði við Hanus: „Tygum vildi so fegin hava at vita, hvat ið pápi mín gjørdi hina ferðina, táið hann einki fekk at eta. Tað skal eg so væl siga tygum: Hann legði seg svangur at sova! Ná, men eg eri farin. Eg takki fyri meg, og sigi farvæl!“ Og við hesum orðum fór hann avstað. Hanus stóð eftir sum hann var høgdur í marmor. Tá kom Malena niður av loftinum, hon gav sær ikki stundir til at lata seg úr sovibúnaðinum, so forvitin var hon. „Sig mær so, Hanus, hvat var tað pápi handa óhugna- liga gestin gjørdi hina ferðina, tá hann einki fekk at eta?“ Hanus klóraði sær í vanganum, so segði hann: „Hvat hann gjørdi, spyr tú um? . . . Hann . . . hann pápi hansara var tað . . . hann setti eld á húsið . . . ja, ja,
Blaðsíða 1
Blaðsíða 2
Blaðsíða 3
Blaðsíða 4
Blaðsíða 5
Blaðsíða 6
Blaðsíða 7
Blaðsíða 8
Blaðsíða 9
Blaðsíða 10
Blaðsíða 11
Blaðsíða 12
Blaðsíða 13
Blaðsíða 14
Blaðsíða 15
Blaðsíða 16
Blaðsíða 17
Blaðsíða 18
Blaðsíða 19
Blaðsíða 20
Blaðsíða 21
Blaðsíða 22
Blaðsíða 23
Blaðsíða 24
Blaðsíða 25
Blaðsíða 26
Blaðsíða 27
Blaðsíða 28
Blaðsíða 29
Blaðsíða 30
Blaðsíða 31
Blaðsíða 32
Blaðsíða 33
Blaðsíða 34
Blaðsíða 35
Blaðsíða 36
Blaðsíða 37
Blaðsíða 38
Blaðsíða 39
Blaðsíða 40
Blaðsíða 41
Blaðsíða 42
Blaðsíða 43
Blaðsíða 44
Blaðsíða 45
Blaðsíða 46
Blaðsíða 47
Blaðsíða 48
Blaðsíða 49
Blaðsíða 50
Blaðsíða 51
Blaðsíða 52
Blaðsíða 53
Blaðsíða 54
Blaðsíða 55
Blaðsíða 56
Blaðsíða 57
Blaðsíða 58
Blaðsíða 59
Blaðsíða 60
Blaðsíða 61
Blaðsíða 62
Blaðsíða 63
Blaðsíða 64

x

Dúgvan

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.